Pecha Kucha-tátturin verður nú tikin uppaftur

Eftir at hava ligið í dvala í fleiri ár, roynir Pecha Kucha nú aftur at fáa tiltøk á skrá. Fyrsta tiltakið verður 25. mai

Sigurjón Einarsson
7. mai 2021 kl. 07:50

Nú eru meir enn sjey ár liðin, síðan PechaKucha Tórshavn seinast hevði eitt tiltak. Fólk, ið vara av PechaKucha Tórshavn siga seg javnan hoyra frá fólki, at teimum dámdu so væl hesi tiltøkini og sakna PechaKucha.

Men nú er røringurin komin í PechaKucha Tórshavn aftur, tí tann 19. apríl savnaðist nýggja nevndin fyri fyrstu ferð. Tey skriva á Facebook-bólkinum hjá PechaKucha Tórshavn, at tey hava funnið fram til hópin av fólkum og evnum, sum tey halda vera áhugaverd boð til Pecha Kucha framløgur.

Enn er listin ikki heilt klárur, og tí velja tey frá PechaKucha Tórshavn at bíða við at almannakunngera meira enn dato, sum er 25 mai, har tað vera seks Pecha Kucha framløgur á skránni.

Hvat er Pecha Kucha?

Pecha Kucha ("snikksnakk" á japanskum) byrjaði í Tokyo í 2003, sum ein mentanar multimedia-arena, har kreativ fólk kundu hittast og óformliga vísa fram sítt arbeiði.

Tiltakið er nú eitt týdningarmikið forum fyri altjóða kervissamstarv og við felagsíblástri at menna nýggj hugskot.

Pecha Kucha er ein patenterað fyrilestraskipan, har hvør einstakur aktørur fær avmarkaða tíð til at vísa hvat tey duga væl og takast við.

Framløgan er ein framløga av einum verki, einum hugskoti og ella visiónir í 20 elementum. Elementini eru frammi í 20 sekund og samanlagt er framløgutíðin seks minuttir og 40 sekund. Eitt element kann vera ein mynd, eitt ljóðbrot, ein yrking og annað líknandi.

Fyrilestrahaldararnir umboða eitt úrval innan kreativu vinnuna, frá arkitekturi, design, list og til film og tónleik.

Nýggja nevndin er ein blanding av gomlum Pecha Kucharum og heilt nýggjum, so hetta verður ótrúliga spennandi. Í nevndini eru: Eyðun Eliasen, Karen Sissal Kj. Kristiansen, Ingrid Bjarnastein, Andrew av Fløtum, Marius Thomassen, Lív Patursson og Katrin á Neystabø.

Fyrsta tiltakið verður týskvøldið 25. mai klokkan 20:20 á Karet í Doktara Jakobsens gøtu í Havn.

Tiltakið er alment.