Politiið ávarar um áarlop

Landsvegurin í Kollfjarðadali millum Effo og Leynatunnilin hevur verið stongdur, men er nú opin aftur

Ragnar Sjúrðarson
21. januar 2023 kl. 01:59

(Dagføring)

Kl. 10.15: LV arbeiður framvegis við at rudda Selatraðarvegin. Tað vísti seg at verða ein størri uppgáva enn hildið var frammanundan.

Kl. 09.30: Nógv vatn í Leynatunnilinum. Tað er koyrandi, men av tí nógva kavanum, sum bránar, rennur nógv vatn gjøgnum tunnilin. Serliga er tað farbreytin úr Leynum móti Kollafirið, sum er ávirka av vatninum. Bilførarar mugu vísa hesum ans.

Kl. 08.35: Nú er aftur koyrandi eftir Elduvíkarvegnum, men LV boðar frá, at á støðum liggur sandur á vegnum. Hettar er sandur ið er komin av arbeiðinum hjá LV. Sandurin hindrar ikki ferðsluni, og vil hvørva við tíðini.


Føroya Politi ávarar, á teirra facebook vanga í gjárkvøldð, um áarlop kring landið.

Av somu orsøk er Landsvegurin í Kollfjarðadali millum Effo og Leynatunnilin stongdur.

Sambært Landsverk verður ikki koyrandi aftur fyrr enn eftir kl. 05.