Prestar fyrireika seg til ólavsøkudystin

Týsdagin 27. juli klokkan 19.00 verður fótbóltsdystur á Ovara vølli í Gundadali millum politikkarar og prestar. Í dag hava prestarnir verið á venjingarlegu í Nesvík

Sigurjón Einarsson
22. juli 2021 kl. 15:30

Fyrrapartin í dag hittust prestar í Fólkakirkjuni í Nesvík, men endamálið var ikki at fundast um kirkjulig viðurskifti. Nei, høvið var nevniliga fótbóltsvenjing.

At prestar í Fólkakirkjuni nú seta hvør øðrum stevnu til fótbóltsvenjing kemst av, at týsdagin 27. juli klokkan 19.00 verður dystur á Ovara vølli í Gundadali dystur millum politikkarar og prestarnar – kirkjuliðið, nevna tey seg.

Ólavsøkurskráin nevnir tiltakið sum “dysturin millum lógkøn og hálshvít”. Onnur hava nevnt dystin “millum lóg og evangeliið”.

Tað skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari.

Byrjað varð við morgunmati klokkan 10. Aftaná eina andakt varð farið á vøllin. Eftir upphiting og nakrar venjingar við øvilsum, var býtt upp í tvey lið og dystur leiktur.

Trúboðin skrivar, at dysturin var javnur, og fleiri vístu síni kynstur. Dribblingar hjá Gerhardi, takklingar hjá Jákupi og dundurskot hjá Steintóru. Jú, tað sær lovandi út.

Tiltakið á ólavsøku er ætlað sum eitt vælgerandi tiltak, og í ár verður stuðul latin til verkætlanina “Øll hava rætt til góð barnaár” hjá Bláa Krossi Føroya.

Trúboðin skrivar, at fleiri fyritøkur hava longu latið stuðul til verkætlanina.

Tiltakið á ólavsøku er ókeypis.

Her eru nakrar myndir frá venjingini í morgun:

Kelda og myndir: Trúboðin