Prísurin lækkar í Vága- og Norðoyatunlinum

Nevndirnar í P/F Vágatunlinum og P/F Norðoyatunlinum hava avgjørt, at frá 1. juni verður prísurin fyri størri akfør yvir 3.500 kg, lækkaðir úr 100 krónur til 50 krónur

Kristian Waag Dam
20. mai 2022 kl. 12:17

Í tíðindaskrivið hava nevndirnar í P/F Vágatunlinum og P/F Norðoyatunlinum váttað, at frá 1. juni verður prísurin fyri størri akfør yvir 3.500 kg við haldi, lækkaður úr 100 krónur til 50 krónur.

Prísirnir fyri stakar túrar vera óbroyttir 300 krónur. Sambært nevndini hava atkallað øll skrásett føroysk akfør í hesum bólki hald. Flestu akfør sum gjalda 300 krónur eru útlendskir bussar.

Prísir frá 1. juni 2022 í Vága- og Norðoyatunlinum:

Stakir túrar

Við haldi

Undir 3.500 kg.

100 krónur

20 krónur*

Yvir 3.500 kg

300 krónur

50 krónur

*Avsláttarskipan fyri akfør undir 3.500 kg í Vága- og Norðoyatunlinum: Fyrstu 25 túrarnir aftur og fram (t/r) í einum mánaði kosta 20 krónur pr túr, eftir hetta er prísurin 0 krónur pr túr restina av tí mánaðinum. Sostatt fer gjaldið ikki upp um 500 krónur fyri hvønn mánað.