Tað er meir í lívinum, enn tann rætta útbúgvingin

- Við tíðini havi eg funnið útav, at útbúgving er ikki alt í lívinum. Tað er meir í lívinum, enn tann rætta útbúgvingin, soleiðis sigur Rakul, sum er annar av fyrrverandi miðnámsnæmingunum, ið Dimmalætting hevur prátað við. Dimmalætting hevur gjørt samrøður við fyrrverandi miðnámsnæmingarnar, Rakul Hjalmarsdóttir Tórgarð og Victoriu Marthu Hansen, sum báðar fingu besta próvtøkuúrslitið í sínum árgangi, um flotta prógvið, men eisini á trýstið, sum hvílur á herðunum á einum eftir, at miðnám er av

Kristian Waag Dam
25. juni 2022 kl. 13:55

- Eg vil ikki siga, at eg føli eitt stórt trýst. Tey flestu tvætla bara við, at eg má lesa hetta og hatta, tí eitt gott prógv ikki má spillast burtur, men hetta er bara tvætl, sigur Victoria Martha Hansen, sum fyrr í vikuni fekk handað besta prógvið á Glasi hetta skúlaárið, í samrøðu við Dimmalætting.

Í samband við kjakið sum seinastu tíðina hevur verið í Danmark um, hvørt man eigur at lækka upptøkukravi á ymisku skúlunum fyri víðari lesnað í Danmark. Hevur Dimmalætting gjørt samrøður við fyrrverandi miðnámsnæmingarnar, Rakul Maria Hjalmarsdóttir Tórgarð og Victoriu Marthu Hansen, sum báðar fingu besta próvtøkuúrslitið í sínum árgangi, um flotta prógvið, men eisini á trýstið, sum hvílur á herðunum á einum eftir, at miðnám er av.

- Kenslan er eitt sindur blandað. Eg veit ikki, hvussu tað fer at vera nú skúlalívið er av. Í mun til onnur sum ganga høgt uppí onkran ítrótt, so hevur skúlin verið tað, sum eg havi raðfest høgt. Man fer onkursvegna at mangla at hava skúlan at ganga uppí, sigur Victoria. Hon greiður nærri frá, at hon heilt frá fyrsta skúladegi hevur miðja móti at fingið eitt gott prógv á miðnámi. Hóast Victoria júst er vorðin liðug á Glasi, so hevur hon longu ætlanir um víðari lesnað. 

Miðalkarakterurin avger ikki, hvat ein góð útbúgving er ella ei
- Eg ætli mær at arbeiða og ferðast komandi árið. Aftaná tað ætli eg at lesa víðari. Frá tí, at eg var lítil, havi eg vilja verið sakførari, og tað er ætlanin í løtuni. Eisini havi eg havt sálarfrøði og stjórnarmálafrøði í huganum, greiður Victoria spent frá. Jura, sálarfrøði og stjórnarmálafrøði, eru allar útbúgvingar, sum krevja eitt rímiliga gott prógv, men Victoria sigur seg ikki kenna seg trýstan at lesa víðari á nøkrum ávísum skúla, av tí at hon hevur besta prógvið á Glasi.

- Eg vil siga tað um útbúgvingar, at tað er ikki miðalkarakterurin, ið avger, hvat ein góð útbúgving er ella ei. Hóast eg sjálv altíð havi vilja lisið okkurt, ið krevur høgan miðalkarakter, sigur Victoria.

- Tað er ikki miðalkarakterurin, ið avger, hvat ein góð útbúgving er ella ei, sigur Victoria Martha Hansen

Próvtøl mugu spæla ein øðrvísi leiklut, enn tey gera í dag.
Hóast tað ikki er upptøkukravi, sum avger, hvat ein góð útbúgving er, so fyllir upptøkukravi nógv hjá fleiri ungum. Í Danmark hevur kjakið um at lækka upptøkukravi á skúlunum fyri víðari lesnað kring landið verið nógv frammi seinastu tíðina.

Herfyri boðaði danska forsætisráðfrúan, Mette Fredreriksen, í røðu á árliga fólkafundinum á Bornholm frá, at próvtøl framyvir skulu spæla ein øðrvísi leiklut enn tey gera í dag. Í røðuni gjørdi hon greitt, at tað er ein trupulleiki, at næmingar velja útbúgving út frá sínum samlaða próvtøku úrslitið, heldur enn áhuga fyri lærugreinini.

(Mynd: Facebook/Rakul Maria Hjalmarsdóttir Tórgarð)

Visti ikki, hvat eg vildi
Ein, sum ikki hevur valt víðari útbúgving eittans út frá sínum samlaða próvtøku úrslitið, er 26 ára gamla Rakul Maria Hjalmarsdóttir Tórgarð, sum hevði hægsta próvtøkuúrslitið í Hoydølum í 2016. Í 2021 var hon liðug útbúgvin sum sølufólk og í løtuni lesur hon softwaremenning á IT universitetinum í Keypmannahavn. Í samrøðu við Dimmalætting greiðir hon frá, at tá hon var liðug í Hoydølum, visti hon ikki, hvat hon skuldi lesa, hóast hon hevði besta prógvið á skúlanum.

- Eg haldi ikki, at eg merkti eitt ávíst trýst til próvtøkurnar. Tað var ikki týdningarmikið fyri meg, tí eg ikki visti, hvat eg skuldi lesa aftaná, sigur Rakul við Dimmalætting.

Aftaná tvey ár, har Rakul millum annað fór á háskúla í Danmark og arbeiddi í søluhandli í Havn, byrjaði Rakul á Erhvervsøkonomi – psykologi á Copenhagen Business School (CBS).

- Tá eg byrjaði hevði eg ikki sett meg inn í tað. Eg gekk har eitt semestur, men aftaná eg hevði staðið allar royndirnar, var tað ikki ein góð kensla, sum eg stóð eftir við, so eg valdi at gevast, greiður Rakul frá.

Aftaná hetta hugsavnaði Rakul seg um, hvat hon sjálv hevði áhuga fyri. Í síni tíð aftaná miðnám, hevði Rakul arbeitt í klædnahandlinum Bob and Marilyn's Suitcase. Henni dámdi væl starvið sum sølufólk, og tískil avgjørdi hon at fara í læru í einum klædnahandli í Danmark.

 - Tá eg byrjaði var tað gott og spennandi, men tá eg ikki slapp til arbeiðis undir koronatíðini í mars 2020, so fann eg útav, at hatta heldur ikki var eg, tí eg gleddi meg als ikki at koma aftur til arbeiðis. Hóast eg var greið yvir, at eg ikki fór at arbeiða sum sølufólk, so gjørdi eg útbúgvingina lidna, sigur Rakul við Dimmalætting.

Hvat skal eg so?

Sjálvt um Rakul hevði roynt seg bæði á CBS og sum sølufólk, tóktist hon ikki at hava funnið sítt rætta pláss. Tað var bæði keðiligt og strævið at royna uttan at eydnast, men tað er tann einasti mátin at finna útav, hvat ein vil, vísur Rakul á.

- Eg byrjaði so á eini IT-útbúgving, stutt aftaná, at eg var liðug útbúgvin sum sølufólk. IT var ókent fyri meg, men eg havi eg havi tvey vinfólk og ein beiggja, sum lesa og arbeiða innan IT. Haraftrat las eg eina bók, sum vakti okkurt innan í mær.

- Eg eri enn við at finna útav, hvar eg hoyri til við hesi útbúgvingini, men eg føli í øllum førum, at eg hvíli meir í hesum. Við tíðini havi eg funnið útav, at útbúgvingin er ikki alt í lívinum. Tað er meir í lívinum, enn tann rætta útbúgvingin. Eg lesi IT nú, tí at eg havi áhuga fyri fakinum, leggur Rakul aftrat. Rakul er nú liðug við sítt seinna semestur og droymir nú um at gerast skiftisnæmingur í Íslandi.

- Áðrenn var tað týdningarmikið fyri meg, at eg hevði eitt arbeið, sum eg brendi fyri, men nú eri eg soleiðis, at eg sjálvandi vil arbeiða við onkrum, sum ger meg glaðan. Men eg vil eisini gera tað, sum eg havi áhuga fyri, og tað er eisini júst hetta, sum IT-útbúgvingin lovar mær. Eg havi tíð til míni áhugamál, samstundis sum eg lesi. Haraftrat gevur IT-útbúgvingin mær møguleikan at arbeiða kring allan heimin.

Seinasti spurningurin til Rakul var, um hon hevur eini goð ráð til tey, sum nú eru liðug á miðnámi í summar. Hon svaraði soleiðis:

- Tak tað róligt. Tú hevur ongan skund. Tú hevur altíð møguleikan til at lesa víðari. Finn fyrst og fremst útav, hvørjum tú hevur tørv á. Hvat er tað, sum fyllir mest fyri teg. Hvat vigar mest á tíni vekt; arbeið ella áhugamál?