Putin letur Norðurkorea meira enn 70 dýr

Dýrini eru “ein gáva frá russiska forsetanum, Vladimir Putin, til norðurkoreanska fólkið”.

Ragnar Sjúrðarson
20. november 2024 kl. 20:25

Russland hevur sent meira enn 70 ymisk dýr – m.a eina afrikanska leyvu og tvær brúnar bjarnir til ein djóragarð í Norðurkorea.

Tað upplýsir russiska stjórnin, skrivar Reuters.

Dýrini eru “ein gáva frá russiska forsetanum, Vladimir Putin, til norðurkoreanska fólkið”.

Dýrini eru flutt til Norðurkorea við einum flogfari, og tey fara frameftir at vera í Korea Central Zoo, sum liggur í landsins høvuðsstaði, Pyongyang.

Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, gav Putin tveir hundar í gávu, í samband við eina av hansara vitjanum í Norðurkorea, skrivar Reuters.