Radarauppskotið fall

Eitt andstøðuuppskot til samtyktar um radaraavgerð í Føroyum fall í løgtinginum í dag

Steinar Patursson
29. apríl 2022 kl. 14:53

Eftir øllum at døma heldur løgtingið ikki, at tað prinsippielt er upp til løgtingið at gera av, hvørt ella hvussu ein hernaðarradari skal setast upp í Føroyum.

Til viðgerðar seinnapartin í løgtinginum í dag var uppskot til samtyktar frá Tjóðveldi, Framsókn og Javnaðarflokkinum um at staðfesta, at ”grundleggjandi spurningurin um at seta upp útgerð sum loftrúmsradara í Føroym, skal gerast av við demokratiskari avgerð í løgtinginum.”

Tað eru tey trý Høgni Hoydal, Ruth Vang og Aksel V. Johannesen, ið hava lagt fram uppskotið til samtyktar fyri flokkar sínar, og í viðmerkingunum til uppskotið skrivað tey, at eitt mál av slíkum týdningi eigur sjálvsagt at leggjast fyri løgtingið at taka støð til.

- Men hóast fleiri áheitanir, eru enn ikki ábendingar um, at landsstýrið ætlar at leggja spurningin um hesa prinsipiellu avgerðina um at seta slíka útgerð upp í Føroyum, fyri løgtingið, skriva andstøðuleiðararnir í viðmerkingunum.

- Talan er ikki um at viðgera trúnaðarupplýsingar ella smálutir í einum ítøkiligum máli, men um at útvega ta grundleggjandi heimildina fyri, at føroyskir myndugleikar kunnu gera slíkar avtalur, løgdu uppskotssetararnir aftrat.

Hetta hevur undir øllumstøðum ikki sannført samgonguna, tí uppskotið fall við níggju atkvøðum fyri og 12 ímóti.