Ongi úrslit

Ráðstevna um Ríkisfelagsskapin og Norðurlendskt samstarv

Eru tað rembingar í ríkisfelagsskapinum millum Grønland, Føroyar og Danmark?

Norrøna Felagið
12. sepember 2023 kl. 09:11

Eru tað rembingar í  ríkisfelagsskapinum millum Grønland, Føroyar og Danmark? Hvør er orsøkin til, at misnøgdin kemur fram ferð eftir ferð. Er tað aðrir mátar hjá hesum trimum londum at skipa felagsskapin? Hvørja avleiðing fær øðrvísi felaggskapur millum londini á norðurlendska samstarvið?

Hesir spurningar verða svaraðir á ráðstevnu um Ríkisfelagsskapin og Norðurlendska samstarvið, sum Norrøna Felagið og Fróðskaparsetrið skipa fyri í felag tann 28. september.

Til at svara hesum spurningum hava vit fingið Bertel Haarder, fyrrverandi fólkatingsmann og Michael Zilmer-Johns, fyrrverandi sendimaður fyri danska uttanríkisráðið. Saman við hesum báðum dønum verða innlegg eisini fra Jens Christian Svabo Justinessen, samfelagsfrøðingi og Bárður Larsen, juristi, sum báðir arbeiða á Setrinum.

Í panelkjakinum luttaka Aksel Vilhelmson Johannesen, formaður í javnaðarflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, formaður í sambandsflokkinum og Bjarni Kárason Petersen, ráðharri í norðurlandamálum.

Ráðstevnan verður 28. september kl 13:00 til 16:30 í Løkshøll, Runavík. Ráðstevnan er ókeypis, men neyðugt er at melda til.  Skrá og tilmelding á heimasíðuni hjá Norrøna felagnum https://norden.fo/limira/tilmelding

Mest lisið hesa vikuna

Alt selt eftir ein minutt

1. desember kl. 13:46

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

660 menn fyri fríum vali

1. desember kl. 17:00

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

Í gjár kl. 20:15

Tað er mín skylda at gera mítt til at kvinnu fáa rættin til fría fosturtøku

2. desember kl. 10:35

Hetta líkar borgarstjóranum væl

1. desember kl. 23:24