Ragnheiður og Hugi í finaluni til NM í Álandi

Ragnheiður Ólafsdóttir heldur fram við góðu úrslitunum til NM í Álandi

Ragnheiður Ólafsdóttir (Mynd: Ríðisamband Føroya)
Sigurjón Einarsson
10. august 2022 kl. 12:28

Herfyri kom unga reiðkvinnan Ragnheiður Ólafsdóttir í fleiri finalur í DM í Danmark, og nú er hon komin stigið longur og hevur kvalifisera seg til eina A finalu í NM, sum er í Álandi í hesum døgum.

Tað skrivar Ríðisambandið á heimasíðu sínari.

Heimasíðan skrivar, at hetta má metast at vera eitt sera flott avrik av Ragnheiður og hestinum Huga frá Hrepphólum.

Í innleiðandi umfarinum í greinini fjórðgongd ungreiðfólk, gjørdist tey nummar fimm av 19 luttakarum – Karakterurin hjá teimum var bara 0,06 frá einum øðrum plássið, so vónirnar fyri at gera tað enn betri í finaluni eru sjálvsagt til staðar, skrivar heimasíðan.