Ragnheiður og Hugi taka øll á bóli til DM

Unga reiðkvinnan hevur klára seg framúr væl til DM og er við í ikki minni enn tveimum A finalum

(Mynd: ridisamband.fo).
Kristian Waag Dam
15. juli 2022 kl. 13:06

Tá ríðisambandið frammanundan DM vitjaði Ragnheiður Ólafsdóttir í Svenstrup í norðurjyllandi, har hon var farin at venja til DM og NM, var hon heldur lítillátin og segði at hon var fegin um hon megnaði at koma í eina B finalu til DM. Ragnheiður Ólafsdóttir og Hugi luttaka í greinunum T1 og V1 U.

Nú tá innleiðandi kappingarnar hjá henni eru lidnar, so hevur hon tó lukkutíð gjørt egnar spádómar fyri skommum, hon hevur nemliga megnað at kvalifisera seg til A finalurnar í ikki minni enn tveimum greinum. Hetta man metast sum satt bragd hjá Ragnheiður Ólafsdóttir og Huga. Um man hyggur eftir úrslitinum í innleiðandi, so er heldur ikki óhugsandi at tey bæði á einum góðum degi kunna røkka einum heiðurmerkið til finalunar.

Hinar reiðkvinnurnar ið luttaka fyri Føroyar, hava eisini klára seg væl og vónir eru enn at vit fáa enn betri umboðan í finalunum.

Kelda: ridisamband.fo

Leys Størv