Rasmus er nýggjur TB venjari

Markus Thorberg verður hjálparvenjari

Tvøroyrar Bóltfelag
18. november 2024 kl. 12:13

Tvøroyrar Bóltfelag hevur eitt tíðarskeið leitað eftir høvuðsvenjara til komand kappingarár, tá TB aftur er í bestu mannsdeildini, Betri-deildini. Markus Thorberg, ið hevur gjørt eitt stórt og gott arbeiði í felagnum, sum høvuðsvenjari fyri TB í fyrstu deild, hevur ikki A-lisens og kann tí ikki standa á odda fyri felagnum í bestu deildini. Komandi ár fer hann tó undir at taka A-lisens, so tað kann gott verða, at vit koma at síggja Markus sum høvuðsvenjara einaferð í framtíðini.

RASMUS KEMUR HEIMAFTUR

Tað er Tvøroyrar Bóltfelag ein sonn gleði at kunngera, at høvuðsvenjari felagsins fyri kappingarárið 2025 er tvøramaðurin Rasmus Nolsøe. Rasmus hevur slitið sinar barnaskógvar í TB, har hann hevði sín fyrsta skrásetta dyst fyri besta liðið í 2001, annars spældi Rasmus eisini fast á besta liðnum hjá HB í 6 ár. Rasmus hevur UEFA A-venjaralisens. Í heimligu fótbóltskappingini hevur hann verið hjálparvenjari hjá HB í 2017, 2018, har HB vann FM og í 2019, tá HB vann steypakappingina. Rasmus var hjálparvenjari hjá Víkingi í 2022, tá eysturoyarliðið vann steypakapingina. Barndómsfelagið verður tí fyrsta felagið, har Rasmus fer at royna seg sum høvuðsvenjari hjá.

MARKUS HELDUR FRAM

Tað er av alstórum týdningi hjá einum høvuðsvenjara, at hava gott fólk afturat sær og tað fær Rasmus, tí at Markus Thorberg hevur játtað at verða hjálparvenjari komandi kappingarár. Rasmus fær tí ein væl lýddan hjálparvenjara, ið kennir leikararnar sera væl, bæði sum leikari og venjari og verður tað sera spennandi at fylgja gongdini, nú venjingin til enn eitt ár í bestu deildini skjótt fer í gongd. Hjartaliga vælkomin heim Rasmus! Bestu eydnu til tín og Markus, við vón um eitt gott kappingarár. Einaferð TB – Altíð TB!

(Hagtøl – FaroeSoccer)