Ravnur og Translator – hvat nú?

Í farna mánaði sóu vit tvær alment fíggjaðar máltøkniverkætlanir verða loystar úr lagdi. Tær koma á eitt turt stað, tí innan máltøkni er føroyskt enn ein eftirbátur, sum so dánt hongur í. Øll, sum eru góð við okkara mál, eiga sjálvsagt at fegnast um øll framstig, men vit mugu samstundis ásanna, at hetta eru bara støk og smá fet, um vit ætla at vinna okkara máli sess millum øll hini í talgildu framtíðini

Páll Isholm
25. juli 2022 kl. 13:53

Tøknin er ein góður tænari, men ringur harri. Soleiðis tók stjórin á Føroya Tele einaferð til í einum fyrilestri við Løkin í Runavík. Ivaleyst meinti hann við ovurnýtslu av tøkni og fylgjurnar av henni. Men orðingin kann sanniliga eisini nýtast í sambandi við tøkni og málmenning.

Tí tøknin er ein óloysiligur partur av okkara gerandisdegi, og tøknin er full av máli, sum í alsamt størri mun verður framleitt við algoritmum og tilgjørdum viti. Orð og tala eru allastaðni til staðar, og gerast fleiri og fleiri av hesum ikki føroyskt í framtíðini, so er hetta ein økismissur, ið kemur at ávirka málið meira, enn vit gáa um í dag.

Eitt gott dømi um málsligu støðuna kom fram í sambandi við árliga málfundin á mentanarvikuni í Runavík í ár. Har staðfesti lærari, at alsamt fleiri føroysk børn og ung tosa enskt saman. Hetta loypti hvøkk á fleiri, men neyvan tey, sum eru millum børn og ung í gerandisdegnum, tí fyribrigdið er vælkent og vaksandi.

Í fyrra lagi er hetta eitt greitt tekin um, hvussu langt enskt hevur vunnið seg inn í okkara gerandisdag, og í øðrum lagi ein áminning um, hvør málsligur máttur er í tøknini.

Máltøkni spælir ein avgerandi leiklut allastaðni kring okkum. Ikki bara millum børn og ung, men sanniliga eisini millum tilkomin og eldri. Málið og rættlesarin á telefonini og telduni eru dømi um øki, ið vit enn ikki hava ræði á, sjálvvirkandi týðing av bókum, heimasíðum og filmi eru onnur dømi. Teldutala og talukennari eru onnur amboð, sum støðugt eiga at mennast og gerast partur av nýmótans talgildum amboðum, ella sum sagt verður í tilmæli 13 í áliti um føroyska KT-vinnu frá Vakstrarforum: At tosa føroyskt við tól er ein fyritreyt fyri at varðveita og menna føroyska málið, sum er kroyst av enskum.

 

Máltøkniætlanir
Undanfarna samgonga setti hol á eina máltøkniætlan við íblástri úr Íslandi. Hetta arbeiði tykist tó vera uppsteðgað. Men ein máltøkniætlan er neyðugt amboð, skulu vit skilvíst og miðvíst menna føroyskt í framtíðini.

Í Íslandi hevur man í nógv ár miðvíst arbeitt við at menna máltøkni. Millum annað í ætlanini Máltækni fyrir íslensku 2019-2023. Á heimasíðuni icelandic-lt.gitlab.io hjá SIM, sum stendur fyri Samstarf um íslenska máltækni, fæst eisini ein mynd av, hvussu umfatandi hetta virksemi er í okkara grannalandi og grannamáli fyri vestan.

Í Danmark hava land, regiónir og kommunur tikið lógvatak saman og undirskrivað eina sokallaða Digitaliseringspagt, sum m.a. umrøður máltøkni við støði í frágreiðingini frá Dansk sprognævn, Dansk sprogteknologi i verdensklasse. Á heimasíðuni sprogteknologi.dk síggjast nøkur av úrslitinum og dømi um, hvussu man kundi skipað seg, og hvørjar ætlanirnar eru hjá lítla málinum danskt.

Bæði í Íslandi og í Danmark er samstarv lyklaorðið, tí tey ásanna, at tilfeingið er avmarkað, og avbjóðingin tvørfaklig. Í báðum londum er førleikamenning eisini ein lykil. Í Íslandi hevur Háskóli Íslands stovnsett masterútbúgving í máltøkni, og á Københavns Universitet hevur man m.a. stovnsett Center for sprogteknologi.

Máltøknidepil
Vit hava í dag ókeypis atgongd til orðabøkur á netinum, ein rættstavara, sum virkar á flestu pallum, vit hava eina teldutalu og nú eisini ein dátugrunn ella ein sokallaðan BLARK til ein føroyskan talukennara, og vit hava sæð fyrstu fetini hjá einum sjálvvirkandi týðara. Hvørt sær frambrot hjá eldsálum, sum vit hava óendaliga nógv at takka fyri. Felags er tíverri eisini, at eingin miðvís og samskipað ætlan er fyri víðari menning av hesum amboðum. Ein menning, sum er alneyðug, um vit skulu gagnnýta hesi amboð og orkuna, ið brúkt verður, til fulnar í framtíðini.

Hetta eru sjálvsøgd og vælment amboð í okkara grannamálum, sum brúka nógvar pengar og nógva orku til júst samskipan, miðlan og víðari menning. Tey hava eisini skipaðar tilgongdir og útbúgvingar, so tey allatíðina eru dagførd og til reiðar.

Tað áttu vit sjálvsagt eisini at havt. Tí hóast vit eru 109 ferðir minni enn Danmark og 7 ferðir minni enn Ísland í fólkatali, so er føroyskt líka stórt, fjølbroytt og týdningarmikið sum danskt og íslenskt. Og tað er bara okkara ábyrgd at røkja og menna føroyskt.

Neyðugt er tí við munagóðum tøkum á ovastu rók í politisku skipanini. Vit mugu hava eina ætlan, ein pengaposa og serkunnleika, men fremst av øllum samskipan og samstarv. Skipað samstarv millum allar partar, sum fáast við máltøkni. Uttan samstarv verður stevið sum higartil, at ódnartøk bjarga okkum viðhvørt eina løtu, men tryggja ikki dagførdar skipanir og tryggja heldur ikki, at vit eru til reiðar til næstu tøkniligu frambrotini.

Á framløgutiltakinum í Kongshøll, tá BLARK’urin varð lagdur fram, vórðu nógv góð orð søgd – eisini av ovastu politisku og fakligu rókum. Millum annað um týdningin av máltøkni, samstarvi og víðarimenning. Øll eru og hava verið greið yvir hendan týdning í mong mong ár. Vit mangla tó enn at síggja veruliga handling handan orðini. Ein veruligan vilja áhaldandi at lyfta føroyskt inn í talgildu verðina.

Stundin er komin, at vit fáa sett veruliga handling handan orðini og skipað ein máltøknidepil, sum samansjóðar førleikar og hugskot frá forløgum, granskarum, áhugabólkum, lærustovnum, íverksetum, vinnuni og so framvegis. Førleikar um mál, um tøkni, um námsfrøði, um serstakar tørvir, ja, um alt, ið máltøkni kann og fer at kunna. Gera vit tað rætt, so kann máltøkni gerast okkum ein so góður tænari, at føroyskt gerst størri og sterkari enn nakrantíð, heldur enn at máltøkni gerst ein ringur harri, ið ger enda á føroyskum.