Rebekka flytur til NSÍ

Rebekka hevur leikt 130 dystir í betri kvinnum og skorað 70 mál

NSÍ
25. november 2024 kl. 20:09

Greipuvinnararnir í NSÍ hava í kvøld av álvara styrkt seg undan nýggja kappingarárinum, tá ið tær ivaleyst fara at fáa kapping frá KÍ og Víkingi.

NSÍ hevur skrivað undir sáttmála við framrættaðu Rebekku Fjallsá Benbakoura.
NSÍ skrivar soleiðis:

Rebekka Fjallsá Benbakoura er 25 ár og hevur leikt øll síni ungdómsár við HB. Í 2014 leikti hon sínar sínar fyrstu minuttir í bestu deildini hjá kvinnum.

Í 2019 vann Rebekka steypakappingina við HB. Á liðnum leiktu eisini Heidi, Sara og Julia Naomi.

Í 2023 skifti Rebekka til KÍ, har hon var við til at vinna FM.

Í 2024 skifti Rebekka til felagið GPO Kastorias, sum spælir í Grikkalandi. Í juli kom hon heim aftur til barndómsfelagið HB, har hon leikti restuna av kappingarárinum.

Rebekka hevur sambært FaroeSoccer leikt 130 dystir í betri kvinnum og skorað 70 mál.

Nú hevur hon so valt at skifta til NSÍ, og eru vit sera spent at síggja Rebekku í gulum.