Hesar vóru Beinta Poulsen, stovnari av Einstakt, Helena Højgaard, stovnari av Leirverk, Elin Brimnes, stovnari av Blóm Studio, og Mirjam Reinert Olsen, stovnari av Stjørnuskotinum.
Harumframt greiddi Maria Fagranes Clemmensen, úr Tech Nordic Advocates, frá um sínu egnu læruríku íverksetaraferð, og um hennara arbeiði í Tech Nordic Advocates við at stuðla kvinnuligum íverksetum. Eisini søgdu Sóley Heradóttir Hammer og Súsanna Laursen úr Hugskotinum, frá rákinum í føroyska íverksetaraumhvørvinum, tá ið talan er um kvinnur og íverksetan, og hvørjar tænastur Hugskotið kann veita.