

Mitt í nátt varð ringt til løgregluna at melda, at onkur hevði koyrt á bilin hjá teimum, sum stóð í túninun. Tann sum meldaði hevði illgruna um, at bilførarin, sum hevði rent á, var ávirkaður.
Tá ið løgreglan kom á staðið vóru bæði bilur og bilførari har enn, so bilførarin varð handtikin.
Bilurin fekk ikki koyrt, men løgreglan sigur, at annars var bilførarin so ávirkaður, at hann var ikki førur fyri at sleppa sær til rýmingar - vissi hann annars hevði ætlað tað.
Løgreglan sigur, at hann er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring og fyri at hava verið atvoldin til eitt ferðsluóhapp.
Løgreglan sigur, at annars hevur verið stak friðarligt hetta seinasta samdøgurið. Telefonin hjá alarmsentralinum hevur ringt 10 ferðir eftir sjúkrabili til fólk, sum eru dottin, sum eru smollin um, ella um brádliga vórðu sjúk upp á aðrar mátar.