René Shaki umboðar føðilandið fyri 50. ferð

KÍ spælarin verður nummar 26 í røðini av spælarum, sum røkkur 50 landsdystum

Í vinardystinum ímóti Norra á Ullevaal hóskvøldið í síðstu viku var tað René Shaki Joensen, sum hevði einastu føroysku royndina ímóti norska málinum. Norra vann 2-0. Mynd: FSF
Jóannes Hansen
20. november 2023 kl. 17:04

Klokkan 19.45 verður fyrsta bríksl í ársins síðsta fótbóltslandsdysti. Håkan Ericson og hansara menn eru suðuri í Tirana í Albania, har teir fyrireika seg at fara undir síðsta EM undankappingardystin í hesum umfari.

Talvan sigur, at Føroyar hava eitt stig. Tá ið Albania 20. juni var í Føroyum, fóru gestirnir til hús við 3-1 sigri eftir hálvleiksstøðuna 1-1. Odmar Færø javnaði til 1-1 við fínum stútara í síðstu sekununum undan steðginum, eftir at Jóan Símun Edmundsson úr vinstru legði innfyri við frísparki.

Dysturin í kvøld verður serligur fyri René Shaki Joensen, tí hann fer í kvøld at umboða føðilandið fyri 50. ferð. René var fyrstu ferð á landsliðnum í 2012. Tað var í vinardysti ímóti Íslandi á Laugardalsvøllinum í Reykjavík. Hetta var mikudagin 15. august í 2012, og í 71. minutti, tá ið støðan var 1-0, avloysti René Shaki Joensen á vongverjanum í høgru Jónas þór Næs. Tá umboðaði René Brøndby IF.

30 ára gamli René Shaki Joensen er 26. spælarin, sum røkkur 50 fótbóltslandsdystum fyri Føroyar, síðani fyrsti altjóða skrásetti landsdysturin varð spældur á útivølli ímóti Íslandi 24. august 1988. Tað var á Akranesi, og Ísland vann 1-0.

René hevur skorað trý mál fyri Føroyar. Tey skoraði hann øll í Nations League kappingini í 2018.

Hann skoraði í 3-1 heimasigrinum ímóti Malta, í 1-1 dystinum á heimavølli ímóti Kosovo og á útivølli ímóti Malta, tá ið úrslitið eisini var 1-1.

50. dystar jubilarurin hevur røkt fleiri ymiskar ódnir á landsliðnum enn nakar annar. Hann hevur verið vongverji í høgru og vongverji í vinstru, hann hevur verið sentralur miðvallari, og hann hevur verið framrættaður í bæði høgru og vinstru.

Albania – Føroyar: Sven Jablonski úr Týsklandi kl. 19.45.