Rennibreytin í Klaksvík verður alment tikin í nýtslu leygardagin

Í morgin verður almenn móttøka í samband við, at rennibreytin og nýggja ítróttarøkið á Másheyggi í Klaksvík verður tikið í nýtslu

Rennibreytin og nýggja ítróttarøkið á Másheyggi í Klaksvík verður alment tikið í nýtslu í morgin, leygardagin (Mynd: klaksvik.fo)
Sigurjón Einarsson
30. september 2022 kl. 19:00

Í morgin, leygardagin 1. oktober klokkan 11 verður almenn móttøka í samband við, at rennibreytin og nýggja ítróttarøkið á Másheyggi í Klaksvík verður tikið í nýtslu.

Tað skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari.

Tey, sum fara at halda røðu, eru Karl Johansen, borgarstjóri, umboð fyri Treysti og FÍF (Frælsur Ítróttur Føroya). Klaksvíkar hornorkestur fer at spæla í samband við almennu móttøkuna.

Eftir hátíðarhaldið bjóðar Klaksvíkar kommuna kaffi og okkurt søtt.

Rennibreytin verður opin fyri almenninginum frá klokkan 12.