- Retorikkurin um heilsu má broytast

Góð heilsa er meir samansett, enn hvat vit gera okkum far um. Vanligi og gamli hugburðurin um at vektin er eitt barometur fyri, hvussu góð heilsan er, er alt ov einfaldur og sigur lítið. Tað sigur Sølvá Jansdóttir Joensen, sum er føðslu, heilsu og vanaserfrøðingur, í sambandi við orðaskiftið um fita og heilsu sum var í morgunsendingini í síðstu viku.

Mynd: Klara Johannesen
Marjun Manuela Behrens
13. mai 2022 kl. 14:11

Nógv hevur verið tosað og kjakast um heilsu hesi seinastu tvey áratíggju. Aftur hósdagin var sjóneykan sett á heilsu. Hesaferð í sendingini “Góðan morgun Føroyar”. Hoyr sendingina her.

Formaðurin í Fólkaheilsuráðnum og tveir persónligir venjarar skiftu orð um hetta. Høvið til kjakið var, at heimsheilsustovnurin WHO hevur boðað frá, at nógvir evropearar eru ov feitir. Kjakið fekk fleiri at ressast. Orsøkin var, at tey hildu, at kjakið hevði ein undirtóna av fiti-skamman, og var ov einfalt. 

- Orðaskiftið í Góðan morgun Føroyar var ørkymlandi, tí nógvar av útsøgnunum, uttan tær frá Magna Mohr, tóku útgangsstøði í persónligum meiningum og ikki vísindi. Hetta er skaðiligt, tí ein stórur partur av Føroya fólki situr í bestu senditíð og lurtar eftir sokallaðum “heilsuekspertum”, ið kjakast um fita og síðani eta alt rátt, sum tey siga. 

Tað sigur 29 ára gamla Sølva Jansdóttir Joensen, ið er útbúgving yrkisbachelor í føðslu og heilsu. Umframt tað, er hon eisini útbúgvin vana- og ovátsvegleiðari og persónligur venjari. Sølvá er sjølvstøðug vinnurekandi við fyritøkuni SØLVÁ, har hon millum annað bjóðar netborna persónliga venjing, sum hon kallar “Venjara í lummanum”. Saman við Unnur S. Fonn eigur og rekur hon eisini venjingarmiðstøðina Fullpower í Klaksvík.

Sølvá greiðir frá, at útsagnin um at kolvæta er orsøkin til fita, at sukur er nakað, vit eru bundin av og at fólk ikki hava nóg sterkan vilja og eru dovin, er alt illgitingar.

- Hetta undirgravar tey, ið eru sokallað “yvirvektig” í meira skomm, skuld og maktarloysi yvir at ikki megna nakað sum helst - og tað er ikki rætt. Neyðugt er, at slíkt kjak sum var í morgunsendingini, ikki tekur útgangsstøðið frá egnum royndum men vísindi. Sostatt kunnu vit finna heildarloysnir fyri góða heilsu og ikki gera ilt verri, greiðir Sølvá Jansdóttir Joensen frá.

- Stigmatisering og peikifingrar elva til verri heilsu

Sølvá greiðir frá, at góð heilsa er samansett. Tað snýr seg ikki bara um, hvat vektin vísir. Heldur ikki er tað at vera klænur tað sama sum at vera sunnur. Sølvá vil vera við, at fortreytirnar fyri at hava eina góða heilsu eru ikki eins fyri øll, og at fleiri hava eina ov trýsta og ósunna hugsan, tá tað snýr seg um at liva heilsugott. Hon greiðir frá, at fleiri hava lyndi til at liva við tí hugburðinum, at tað er alt ella einki. Tískil koyrir Sølvá uppá slagorðini “alt er betri enn einki”. 

- Hugsanin um hvat góð heilsa er, og hvat tað er at vera sunnur, er á skeivari kós. Eitt nú tann diskursurin sum sigur, at ein skal hava eina stranga kostætlan og venja hart, so er ein sunnur. Retorikkurin um heilsu má sum heild endurskoðast og broytast. Serliga er talan um “forboð” skapar einki positivt. Eg plagi eitt nú at vísa á, at tað ber væl til at borðreiða eina máltíð, sum inniber breyð, frukt og góðgæti. Sotatt gerst einki av hesum forkunnugt og spennandi. 

Sølvá greiðir frá at yvirhugsanin um heilsu ger, at fólk gloyma, hvat góð heilsa í roynd og veru er. Sølvá arbeiðir mest við vanum og atferð við tí fyri eyga, at øll skulu fáa eitt meiri smidligt samband við kost og heilsu.

- Stigmatiseringin og peikifingrar eru við til at gera alt ilt verri, og vit koma sostatt ongan veg, fyrr enn vit hava rist posan eitt sindur. Samanumtikið haldi eg, at alt ov nógv smáting fylla alt ov nógv, soleiðis at vit gloyma, hvat góð heilsa í roynd og veru er. 

- Góð heilsa snýr seg um so nógv

Tá Sølvá verður spurd, hvat góð heilsa er, svarar hon, at hon tekur støðið í allýsingini hjá WHO um kropsligari- sálar- og samfelagsvælveru. Harafturat vísir hon á, at góð heilsa merkir ikki bert frávera av sjúku, men at góð heilsa er treytað av at vera virkin krops- og sálarliga og hava eitt gott samband við síni medmenniskju. 

- At liva heilsugott er eftir mín tykki millum annað at eta fjølbroytt, at hava ein sterkan kropp, ið megnar at vera virkin ALT lívið, at finna rørslugleðina og ikki venja og røra seg av tvang, at raðfesta svøvnin, at seta mørk, at taka tilvitað til- og frával, at hava mið í samband við kost, rørslu og vanar generelt, heldur enn reglur.

Haraftuat vísir Sølvá á, at kropsvektin sigur í roynd og veru ikki meira enn, hvat tú vigar og í hvønn “bás” tú, so syrgiligt tað ljóðar, verður sett inn í samfelagsliga. 

- Um vit skulu flyta okkum nakran veg á heilsuøkinum eru vit noydd at flyta fokus frá vektini og til atferðina, ið skal broytast, um vektin skal minka ella vaksa. Vit mugu finna útav, hvussu vit liva heilsugott, uttan at vera stýrd av talinum á vektini, tí tá atferðin rundan um kost og rørslu verður meira smidlig og ikki stýrd av reglum, forboðum og ikki minst samfelagsnormum og stigmatisering, læra vit at merkja eftir sjálvi. Tá kunnu vit loksins taka eina skilagóða avgerð um, hvar vit ynskja at “liggja” í vekt, og hvussu vit koma hartil.

At enda vísir Sølvá á, at vit skulu gevast at samanbera okkum við onnur, og at vit skulu fara burtur frá strangum reglum um, hvat og hvussu vit skulu liva.

- Finn útav, hvat tú meinar við, tá tú sigur heilsugott. Hvat tú ynskir við tí og síðani kanst tú fara ítøkiliga til verka og gera smáar atferðarbroytingar móti tínum máli, sigur Sølvá Jansdóttir Joensen at enda.