Reyði Krossur Føroya letur 300.000 krónur til Bangladesh

Fleiri enn sjey milliónir eru neyðstødd í Bangladesh, eftir ringastu vatnflóð í áratíggjur. Fleiri øki liggja púra avskorin, tí vegirnir eru undir í vatni og ongin streymur er. Tað er í hesum sambandið, at Reyði Krossur Føroya letur 300.000 krónur til hjálpararbeiði

Kristian Waag Dam
1. juli 2022 kl. 13:48

Reyði Krossur Føroya hevur avgjørt at lata 300.000 krónur til hjálpararbeið í samband við neyðstøðuna í Bangladesh.

Sambært tíðindaskrivið frá Reyða Krossi Føroya, so eru fleiri enn sjey milliónir neyðstødd í Bangladesh, eftir ringastu vatnflóð í Bangladesh í áratíggju.

Regntíðin er av sonnum byrjað í Bangladesh. Serliga landnyrðingsparturin av Bangladesh er hart raktur. Síðan fyrst í juni hevur áarføri nærum lagt heilar landspartar undir í vatni.

Sambært tíðindaskrivið, liggja fleiri øki púra avskorin, tí vegirnir eru undir í vatni og ongin streymur er. Mett verður, at fleiri enn sjey milliónir menniskju er ávirkað og hava átrokandi tørv á skjóli og neyðhjálp.

Tað er í hesum sambandið, at Reyði Krossur Føroya letur 300.000 krónur til hjálpararbeiði. Í løtuni arbeiðir Reyði Krossur í økinum serliga við at veita bráðfeingis hjálp. Hetta merkir at syrgja fyri skjóli, mati, reinum drekkivatni, heilsutænastum og sálarligan stuðli.

Komandi tíðina fer arbeiðið eisini at snúgva seg um endurbyggjan, til dømis hjálp til at umvæla hús og heim, hjálp til at keypa neyðugt innbúgv og reinførisútgerð, hjálp til at fáa gongd á at vinna sær til lívsgrundarlag aftur, eitt nú við at keypa fræ til bøndur, sum kunnu fáa gongd á landbúnaðan aftur, skrivar Reyði Krossur Føroya í tíðindaskrivinum.