Rím, skemt og søguforteljing í Vágsbotni í summar

Hon hevur verið havt nógvar landaplágur hesi seinastu trý árini - og í summar verður hon at hoyra í Vágsbotn

Áki Bertholdsen
6. juni 2023 kl. 10:46

Tað legst alsamt afturat skránni fyri tónleikafestivalin, OY Voxbotn, sum verður í Vágsbotni í summar. Og nú er greitt, at eisini Herborg Torkilsdóttir verður at hoyra í Vágsbotni.

Tað eru ikki meiri enn trý ár síðani Herborg Torkilsdóttir gav sítt fyrsta lag út, og síðani eru fleiri landaplágur komnar undan hennera hond. 

Tey flestu kenna okkurt lag hjá Herborg Torkilsdóttir, sum hevur staðið í fremstu røð á føroyska tónleikapallinum hesi seinastu árini. Umframt at hon hevur skrivað nógvar sangir, hevur hon eisini spælt á nógvum konsertum.

Tað eru rím, skemt og søguforteljing, sum ganga sum ein reyður tráður ígjøgnum sangirnar hjá Herborg. 

Hon megnar at fanga lurtaran, við sínum altíð autentiska stíli og beinraknu forteljingum. Og nú fer hon at spæla á OY Voxbotni, ið verður í Havn vikuskifti 23. og 24. juni.

Frammanundan er greitt, at Nathan Evans, Topgunn, Katrina frá Katrina & The Waves, RSP Faustix, Marius, Lamin, Artigeardit, Maggie Reilly, Eyðun og Terji og Lena Anderssen, Superloader, Fríði Sigmundsson og Reiley fara at syngja og spæla á OY Voxbotni í summar.