Ringdu til løgregluna átta ferðir í gjár

Kavin hevur elvt til trupulleikar í ferðsluni - og hjá teimum, sum grava kava

Áki Bertholdsen
9. januar 2025 kl. 07:46

Tað hevur verið fitt av kava hesar seinastu dagarnar, og tað hevur merkt arbeiðið hjá løgregluni.

Løgreglan sigur, at í gjár vóru nøkur ferðsluóhapp tí at bilar fóru á glið í kavanum, men talan var um smá óhapp við ongum fólkaskaða.

Men so hendi tað eisini fleiri ferðir, at tey, sum gróvu kava av vegnum ringdu til løgregluna tí at tey sluppu ikki fram við maskinunuum fyri parkeraðum bilum.

Løgreglan sigur, at í summum førum var talan um bilar, sum vóru so illa parkeraðir, at maskinurnar sluppu ikki framvið teimum.

Men sum heild var bara talan um bilar, sum stóðu lógliga parkeraðir við vegjaðaran, men av tí at teir stóðu har, fekst kavin ikki av vegnum.

Løgreglan sigur, at í hesum førunum hava tey ringt til eigararnar fyri at fáa tey at flyta bilarnar.