Ringurin var á ferð í 36 ár

Fyri einum mánað síðan ringdi telefonin og sendi meg 36 ár aftur til tann dagin mamma mín og mostir mín doyðu í bussvanlukkuni undir Valaknúkum 21. desember 1986

(Mynd: Øssur Winthereig)
Øssur Winthereig
3. mai 2022 kl. 17:03

(Grein í Dimmalætting nummar 16 frá 29. apríl)

Ein kvinna var í telefonini, sum segði hvør hon var og spurdi meg, um eg hevði fingið eina mynd sendandi via Facebook.

Nei, tað hevði eg ikki.

Hon segði, at hon hevði sent eina mynd av einum ringi, sum kanska hevði okkurt við meg at gera.

Eftir bussvanlukkuna var kvinnan ein av teimum, sum gjørdu reint í bussinum, og á dúrkinum inni í bussinum fann hon ein ring, sum hon hevði havt í varðveitslu øll hesi árini. Hon hevði havt ampa av, at hon hevði havt henda ringin so langa tíð.

Men nú skuldi hon royna einaferð afturat at senda eina mynd av ringinum og vita um eg kendi hann aftur, tí so skuldi eg fáa hann.

So sá eg ringin á myndini og jú, eg kendi hann aftur beinanvegin – tað var ein ringur hjá mostur míni.

Mostur mín var nokk tað, sum vit tá kallaðu ein fín kona, sum gekk við smúkkum – ofta gull, men altíð høg góðska og fín. Ringurin var heilt víst hennara. 

At ringurin var funnin á dúrkinum inni í bussinum setti sjálvandi tankar í gongd, sum ikki bara eru unniligir.

Hon var glað fyri, at eg kendi ringin aftur, og at hon kundi lata mær hann.

Vit avtalaðu at hittast, har hon hevði ringin við og eg fekk hann frá henni.

Hjá henni var ein lætti at síggja, tí hetta hevði hon øll hesi árini ætlað sær at gjørt.

Og í einum skápi her liggur nú ringurin, og eg sigi hesa søguna fyri fólki, sum koma á gátt. 

Stutt eftir, at telefonin ringdi um ringin, hoyrdi eg eina reklamu í útvarpinum fyri eina sending um samferðslu, har bussvanlukkan var umrødd. Í hesi reklamuni fyri sendingini greiddi ein kvinna, sum var í bussinum, frá, hvussu fólk róptu og grótu, tá bussurin fór út av vegnum.

So kundi eg gera mær mínar tankar um, hvussu gullringurin var endaður á dúrkinum. So løgnar løgsteinar kann mann renna seg í og gera eitt lop aftur í søguna.

Steintór yrkti um Karina, sum fann ein ring, men eg havi so upplivað eina kvinnu, sum fann ein ring og eisini vildi bera hann aftur. 

Og hví skrivi eg so hetta?

Bara tí eg haldi hetta vera eina sjáldsama søgu, ið eg haldi er verd at hoyra.