B68 fór fyrst í hesi vikuni av álvara undir fyrireikingarnar til enn eitt ár í bestu fótbóltsdeildini.
Tað var undir leiðslu av nýggja hjálparvenjaranum Fróða Clementsen. Í næstu viku verður tað aftur undir leiðslu av venjaranum Jákupi á Borg, sum hevur verið burturstaddur tvær tær seinastu vikurnar.
Í dag boðar B68 frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við nýggjan spælara. Talan er um Marjus Nón. 20 ára gamli rituvíkingurin spældi øll síni barna- og ungdómsár við NSÍ. Í 2023 flutti hann yvir á Skála, at nú hevur hann skrivað undir sáttmála við B68.
Sambært FaroeSoccer hevur framrættaði miðvallarin spælt 27 dystir í bestu deildini og skorað eitt mál.
B68 veit at siga, at Hjalti Strømsten eisini í 2025 fer at umboða felagið. 27 ára gamli verjuspælarin spældi barna- og ungdómsárini við Víkingi, men síðani 2019 hevur hann umboðað B68 burtursæð frá í 2020, tá ið hann var á Skála.
Í bestu landskappingini hevur hann spælt 101 ferðir og skorað fýra mál.