Virki fer undir handilsliga vinnu við mannleysari útkoyring í Kalifornia

Eftir at hava gjøgnumført royndir við mannleysari útkoyring í níggju býum, hevur Nuro, ið felagið eitur, fingið loyvi til at føra verkætlanina út í lívið

Sigurjón Einarsson
24. desember 2020 kl. 08:00

Í fyrsta umfari sendir virkið ein koyrandi flota út á vegirnar í Kalifornia við sjálvkoyrandi Toyota Prius-elbilum. Hesir verða so við og við skiftir út við lítlar R2-elbilar, har einans pláss er fyri pakkum og vørum. Tað skrivar Reuters.

Dave Ferguson, ið er stovnari og stjóri fyri Nuro sigur hetta í einum tíðindaskrivi:

- Síðani vit byrjaðu við Nuro fyri yvir fýra árum síðani, hava vit arbeitt fram móti degnum, har vit kundu byrja við hesari útberingstænastu.

- Nú er loyvini komin upp á pláss, og vit eru spent at kunna bjóða fólkinum í Kalifornia ein lættan og bíligan hátt at fáa atgongd til millum annað matvørur, drykkjuvørur, heilivágur, ið bert verður útflýggjaður eftir ávísing og aðrar vørur, ið brúk er fyri, sigur Ferguson.