Roger Waters avlýsir Pólland

Fyrrverandi Pink Floydarin skrivar í opnum brævi, at ekstremistiskir ukreinar hava eggjað til kríggið við Russland, og tað er ikki væl dámt í pólska grannalandinum.

Trygvi Danielsen
25. september 2022 kl. 13:01

"So tú heldur, at tú dugir at skyna á himmali og helviti?"

Soleiðis skrivaði Roger Waters (í samstarvi við David Gilmour) í lagnum "Wish You Were Here" hjá Pink Floyd. Árið var 1975, og næstan 40 ár seinni, í september 2022,  skrivaði hann eitt opið bræv til ukreinsku forsetafrúnna, Olenu Zelenska, har hann spyr hana: "Hevði tað ikki verið betri, um unnusti tín helt síni lyftir og setti ein steðg fyri hesum deyðiliga krígnum?"

Hann setir spurnartekin við útsøgnina Olenu Zelenska á BBC, at kríggið verður styttri, um vesturheimurin stendur saman og stuðlar Ukreina. 79 ára gamli onglendingurin skrivar: "Um "stuðul til Ukreina" merkir at áhaldandi veita herunum hjá stjórnini í Kiev við vápnum, eri eg bangin fyri, at tú fert syndarliga skeiv. At blaka bensin – í vápnaskapi – á bálið hevur ongantíð fyrr stytt eitt kríggj, og tað fer tað eiheldur nú, serliga tí at í hesum førinum verður bensinið (a) blakað á bálið frá Washington DC, sum er lutfalsliga langt burtur frá stríðnum, og (b) tí at teir, sum kasta bensinið, hava longu boðað frá sínum áhuga í, at kríggið skal halda fram so leingi sum gjørligt."

Brævið hevur vakt øsing í Krakow, Póllandi, har tónleikarin eftir ætlan skuldi spæla tvær konsertir í april 2023. Eitt umboð fyri spælistaðið, Tauron Arena, sigur soleiðis um støðuna: "Fyrisitarin hjá Roger Waters hevur avlýst – uttan at geva nakra orsøk."

Sambært The Guardian var eitt atkvøðuuppskot frammi í Krakowska býráðnum um at gera Waters til ein "persona non grata", sum merkir, at hann harvið hevði fingið forboð fyri at vitja í býnum uttan mun til ørindini. Krakow liggur rættiliga langt suðuri móti slovakiska markinum í Póllandi, sum annars hevur felags mark bæði við Ukreina og Russland. 

Tað er serliga fylgjandi parturin av brævinum, har tónleikarin tosar um ukreinskar ekstremistar, sum hevur vakt øsing: "Ein kann bert hugsa sær, at vallyftini hjá manni tínum ikki vóru væl dámd millum summar politiskar kreftir í Kiev, og at hesar kreftirnar fingu mann tín at kúvenda tvørøvut og ignorera mandatið hjá fólkinum. Tað er syrgiligt, at unnusti tín gekk við til hesar totaliteru, anti-demokratisku burturkastingar av viljanum hjá ukreinska fólkinum, og at óreinu kreftirnar av ekstremari nationalismu, sum áðrenn hevði ligið og lúrt í skuggunum, síðani tá hava havt valdið í Ukreina."

Hetta samsvarar ikki heilt við frásøgnina í okkara parti av heiminum, at ukreinar eru teir góðu, og russar eru teir óndu í hesum stríðnum, sum av álvara byrjaði í 2014, tá ukreinska stjórnin varð kollvelt og forsetin Victor Yanukovych tikin av ræði av uppreistrarfólki, sum m.a. ikki dámdi hansara handilsavtalur við Russland og eysturheimin fram um Sameindu Tjóðir og vesturheimin.

Í Krakow meta tey so ikki, at Roger Waters dugir at skyna á himmali og helviti.

Keldur:

https://abcnews.go.com/Entertainment/wireStory/pink-floyd-founder-cancels-poland-concerts-war-remarks-90433199

https://www.theguardian.com/music/2022/sep/24/roger-water-cancels-gigs-in-poland-amid-row-over-ukraine-war-comments

https://en.wikipedia.org/wiki/Russo-Ukrainian_War

https://en.wikipedia.org/wiki/Revolution_of_Dignity