Rokaligt í býnum í nátt

Fitt av fólki var í býnum í gjárkvøldið, og løgreglan varð boðsend at taka sær av harðskapi

Helgi Hoydal
5. november 2022 kl. 08:19

Talan er um tvey ymisk harðskapsmál. Løgreglan upplýsir, at tað skal gerðast avhoyr í dag, í samband við tað eina málið. Fyri uttan harðskapsmálini vóru tað nøkur fólk sum høvdu tørv á at fáa nøkur borgarlig orð frá politistunum.

Tað var J-dagur í gjár, fríggjadagin, og løgreglan gjørdi annars átøk uttanfyri rúsur og skeinkistøð. Tíbetur var tað ikki nakað álvarsamt í tí sambandi, upplýsir løgreglan.