Rokið í Fuglafirði: Filip útifrystur og Jan givin

Fyrst vóru bæði Filip Djordjevic og Jan Ó. Ellingsgaard enn partur av ÍF-hópinum, eftir eitt rok teirra millum til venjing. Nú er hvørgin teirra partur av hópinum

Sigurjón Einarsson
10. oktober 2020 kl. 07:30

Skála og ÍF spældu tann 23. september javnleik 4-4 undir Mýruhjalla á Skála, har Filip Djordjevic gjørdist dagsins maður og skoraði hattrikk. Kvøldið eftir var tað komið ilt millum Filip og liðskiparan hjá ÍF, Jan Ó. Ellingsgaard, undir venjing, har rok stóðst burturúr teirra millum.

Tá ÍF fór suður til Trongisvágs at spæla móti TB fyri viku síðan, var hvørgin teirra við í hópinum. Í viðmerking við in.fo segði annar ÍF-venjarin Hans Jørgen Djurhuus, at grundin til, at teir ikki vóru við í hópinum var, at teir hildu seg vera størri enn venjarin og felagið.

Í stuttari viðmerking við dimma.fo mánadagin í síðstu viku segði Hans Jørgen Djurhuus tó, at hann enn sá Jan Ó. Ellingsgaard og Filip Djordjevic sum part av hópinum.

So skuldi ein trúð, at alt stóð væl til.  

Men nú vísir tað seg, at annar er blivin útifrystur, meðan hin er givin.

Filip Djordjevic hevur fingið at vita frá nevndini, at hann skal venja einsamallur restina av hesum kappingarárinum. Tí verður hann nokk ikki at síggja á ÍF-liðnum komandi fimm dystirnar, ið eru eftir at spæla í ár. Við dimma.fo sigur hann, at:

- Eg eri sendur í feriu og skal venja fyri meg sjálvan. Annars havi eg onga viðmerking, sigur Filip.

Er givin í ÍF

Og ikki nokk við tað, at Filip Djordjevic er útifrystur. Nú er eisini greitt, at ÍF-liðskiparin heldur ikki er partur av ÍF-hópinum longur. Við bolt.fo kom Jan Ó. Ellingsgaard í gjár við hesi útsøgnini:

- Eg kendi meg noyddan at taka ein trupulleika upp, sum hevur verið í hópinum gjøgnum alt árið. Tíverri vóru eg og leiðslan ikki samd um, hvussu trupulleikin skuldi loysast, og tað kendist ikki rætt at halda áfram aftaná tað, sigur fyrrverandi liðskiparin.

Dimma.fo hevur verið í samband við formannin í ÍF, Georges Rouah, men hann hevur onga viðmerking til málið.