Roy Keane: Hatta var ikki brotsspark

Fyrrverandi Manchester United generalurin rósar Gareth Southgate fyri at føra Ongland til eina finalu, men heldur ikki, at Ongland átti at fingið brotsspark

Sigurjón Einarsson
8. juli 2021 kl. 07:02

– Gareth Southgate eigur rós fyri, at hann hevur ført Ongland til finaluna. Ongland hevur uppiborið tað, vóru orðini frá fyrrverandi Manchester United-miðvallaranum Roy Keane, sum var fótbóltsserfrøðingur fyri ITV í gjárkvøldið.

– Kasper Schmeichel var dagsins maður, og tað sigur nógv. Danir royndu alt, hvat teir vóru mentir til, men tað gekk ikki. Finalan verður torførari fyri Ongland, legði hann afturat.

Tað var Harry Kane, sum skoraði vinnandi málið, tá at hann var fyrstur á bóltinum, eftir at Schmeichel bjargaði brotssparkinum, ið Kane skeyt. Men ikki allir í fótbóltssendingini hjá bretska ITV vóru samdir um, at tað var brotsspark.

– Hatta var ikki brotsspark. Hatta var ógviliga bíligt, segði Roy Keane um brotssparkið, ið Raheem Sterling fekk, tá hann varð feldur í danska brotssparkinum. Eisini donsku serfrøðingarnir á DR vóru á einum máli, at talan var um eitt sera bíligt brotsspark.