Royndarverkætlanin fyri Vágsbotn heldur fram

Ein arbeiðsbólkur, sum á vári í 2022 tók støðu til, hvussu økið kring Vágsbotn skuldi skipast av nýggjum, hevur havt eftirmeting av royndarverkætlanini. Niðurstøðan er, at royndarverkætlanin í Vágsbotni skal halda fram eitt tíðarskeið afturat. Samskipari er Úlvhild Teitsdóttir

(Mynd: Faroephoto/Ólavur Frederiksen)
Sigurjón Einarsson
28. mars 2023 kl. 12:39

Sjøtul varð settur á “Royndarverkætlanina fyri Vágsbotn” á vári í 2022, millum annað við eini nýggjari ferðsluleið uttan um eitt sólargott uppihaldsøki, ið knýtir Tórsgøtu, sititrappuna og økið undir Bryggjubakka saman. Hetta nýggja býarrúmið hevur síðan verið rúmligur karmur um ymisk tiltøk, sum eitt nú staðbundnan matmarknað, filmssýningar, konsertir og høgtíðirnar.

Endamálið við hesi royndarverkætlanini hevur verið at royna ein nýggja skipan av økinum við ymsum fyribils broytingarátøkum, ið lættliga kunnu tillagast og broytast líðandi. Soleiðis kann arbeiðast við veruligum brúkararoyndum fram ímóti eini tilvitaðari og endaligari skipan av hesum økinum.

Arbeiðsbólkurin, sum á vári í 2022 tók støðu til, hvussu økið kring Vágsbotn skuldi skipast av nýggjum, hevur havt eftirmeting av royndarverkætlanini. Niðurstøðan er, at royndarverkætlanin í Vágsbotni skal halda fram eitt tíðarskeið afturat. Samskipari er Úlvhild Teitsdóttir.

Úlvhild Teitsdóttir er júst byrjað sum samskipari í Tórshavnar kommunu

Hon sigur við heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu, at afturvendandi tiltøkini sum til dømis matmarknaður, Tórsfest og Voxbotn framhaldandi eiga sítt fasta pláss í Vágsbotni. Men harafturat koma nógv onnur tiltøk, sum eitt nú endurnýtslumarknaður, 1. maidagshald, flaggdagshald og fleiri pop-up-tiltøk í Vágsbotni.

Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu skrivar, at nakrar tillagingar verða gjørdar í økinum. Tillagingar, sum millum annað skulu betra um trygdina í ferðsluni, til gongu, umframt at betra um trivnaðin og menna umstøðurnar sum heild.

Til tess at arbeiðast kann á skjótasta hátt fram ímóti sumri 2023, so verður partur av arbeiðinum gjørt av umsitingini, umframt at samstarv somuleiðis er við gjørt við EYA-arkitektar.

Umframt økið kring Vágsbotn, so hevur samskiparin ábyrgdina fyri at skipa fyri fleiri familjutiltøk í Grasagarði og fleiri tiltøk við nýggju Havnará í summar.

“Summar í miðbýnum” eitur samlaða tiltakið, sum skjótt fær egna síðu á www.torshavn.fo og hevur teldupostadressuna summar@torshavn.fo, har fólk kunnu venda sær við bæði fyrispurningum og uppskotum.