Rudi Olsen sett sum fyrstilærari í Kvívíkar skúla

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur sett Rudi Olsen í starvið sum fyrstalærara í Kvívíkar skúla

Sigurjón Einarsson
21. september 2021 kl. 16:13

Rudi Olsen er sett sum fyrstilærari í Kvívíkar skúla.

Rudi er 44 ára gomul og tók læraraprógv á N. Zahles Seminarium í Danmark í 2003. Umframt ymisk eftirútbúgvingarskeið hevur hon millum annað tikið stakgreinalestur í prosjektleiðslu í verki og skeið á DPU í positivari sálarfrøði. Harumframt er hon í holt við at taka diplomútbúgving í leiðslu.

Rudi hevur undirvísingarligar royndir bæði í donskum skúlum og í Føroyum. Eisini hevur hon royndir innan serundirvísing, verkætlanarleiðslu og marknaðarføring.

Hon hevur seinastu árini verið lærari í Skúlanum á Argjahamri.

Rudi Olsen tekur við starvinum sum fyrstilærari í Kvívíkar skúla tann 4. oktober 2021.

Kelda: Mentamálaráðið