Rumenia er ein lítil favorittur

Í kvøld klokkan 19 tekur føroyska hondbóltslandsliðið móti Rumenia í høllini á Hálsi

Óli Mittún hevur fingið eina góða byrjan í nýggja felag sínum, IK Sävehof (Mynd: hsf.fo)
Sigurjón Einarsson
8. mars 2023 kl. 12:45

Veddingarfyritøkurnar hava Rumenia sum ein lítlan favoritt, nú Føroyar og Rumenia bresta saman í kvøld.

Føroyska liðið hevur enn einki stig fingið tveir teir fyrstu dystirnar í hesari EM-undankappingini, meðan Rumenia hevur tvey stig eftir tveir dystir. Liðið tapti fyrst 36-32 á útivølli fyri Eysturríki, men vann hareftir 34-26 á Ukraina á heimavølli.

Hini bæði liðini í bólkinum eru Eysturríki og Ukraina.

Føroyska liðið hevur verið savnað til venjingar síðan mándagin, áðrenn heimadystin í kvøld.

Hareftir ferðast liðið, fríggjadagin 10. mars, til Bukarest í Rumenia, har seinni dysturin millum liðini verður leygardagin 11. mars klokkan 14, føroyska tíð.

Føroyar hava møtt Rumenia fimm ferðir áður, og tá hava úrslitini verið hesi:

12.01.18 Rumenia – Føroyar 28-20, HM-undankapping

18.01.04 Rumenia – Føroyar 43-27, EM-undankapping

16.01.04 Rumenia – Føroyar 41-19, EM-undankapping

07.01.01 Føroyar – Rumenia 16-27, EM-undankapping

05.01.01 Føroyar – Rumenia 23-36, EM-undankapping

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Porskær Møller, hava úttikið 17 spælarar til EM-undandystirnar móti Rumenia.

Hópurin sær soleiðis út:

Málverjar:

Nicholas Satchwell, KA Akureyri (ISL)
Pauli Jacobsen, H71 

Útileikarar

Leivur Mortensen, Frederiksberg IF (DEN)
Rói Berg Hansen, HØJ (DEN)
Peter Krogh, H71
Tróndur Mikkelsen, Ryger Stavanger (NOR)
Jónas Gunnarson Djurhuus, Frederiksberg IF (DEN)
Pauli Mittún, Kristiansand (NOR)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof (SWE)
Rói Ellefsen á Skipagøtur, H71
Hallur Arason, VÍF
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus (DEN)
Allan Norðberg, KA Akureyri, (ISL)
Pætur Mikkjalsson, AMO (SWE)
Teis Horn Rasmussen, Follo HK, (NOR)
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand (NOR)

Atgongumerki til heimadystin móti Rumenia 8. mars fáast á atgongumerki.fo.

Til ber at lesa meira um EM-undankappingina hjá monnum her.

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Sendingin byrjar klokkan 18.