Hvussu eydnaðist Tórsfest í ár?
- Høvuðsmunurin á Tórsfest og Voxbotn var at Tórsfest var ein dag og av tí sama so var tað eitt sindur trongligari. Eitt vit hava hildið fast við í Tórsfest, er at tað er ókeypis fyri børn undir 12 ár. Tað hevur sjálvandi tað við sær, at tað koma nógv børn oman. Tað kann vera ein vansi av og á tí tað verður dekan ov trongt. Tað fara vit at hyggja eftir til næsta ár, tí vit ynskja at halda fram við konseptinum at børn hava ókeypis atgongd – avbjóðingin er bara hvussu vit skipa tað á bestan hátt. Ein onnur avbjóðing í ár var at Tórsfest varð flutt oman í Vágsbotn. Tórsfest skal vera á gongugøtuni uttanfyri Tinghúsvøllin, men takkað verið byggivirksemi í samband við Havnará, lat tað seg ikki gera.
Hvør framførsla var tann besta eftir tínum tykki?
- Eg haldi at Carpark North var fantastiska gott og sjálvandi eisini Lukas Graham.
Hvat kunnu fólk vænta av Tórsfest 2024?
- Ætlanin er at flyta Tórsfest niðan har tað eigur at vera og so ynskja vit at halda fram við at fáa tónleik til tey eldru. Tað eru fleiri, ið halda at Tórsfest er ólavsøkukonsertin, men tað er tað ikki. Tað er rætt, at ólavsøkukonsertin steðgaði og Tórsfest vanliga hevur ligið um tað dato`i tá ólavsøkukonsertin var, men Tórsfest og ólavsøkukonsertin er ikki tað sama.