Russar taka seg aftur úr Kherson

Kherson er einasti stórbýur í Ukraina, sum russar hava havt ræði á. Tað ber ikki longur til hjá russiska herinum at veita útgerð til frontin í Kherson, og tí má herurin taka seg aftur

Sergei Surovikin, eisini kendur sum General Armageddon, er ovastur fyri russisku deildirnar í Ukraina. Mynd :EPA
Steinar Patursson
10. november 2022 kl. 10:50

Russiski herurin boðaði í gjár frá, at herurin tekur seg aftur úr býnum Kherson.

Kherson, sum eisini er høvuðsstaður í landslutinum Kherson har suðuri í Ukraina, er einasti stórbýur, ið Russland hevur havt ræði á í Ukraina, síðan innrásin byrjaði í februar mánaði, og afturtøkan verður mett at vera størsta afturstigið fyri russisku innrásina, síðan hon byrjaði.

Nýggjur ovasti fyri russisku deildirnar í Ukraina

Tað var nýggi ovastin fyri russisku hermegina í Ukraina, Sergei Surovikin, ið kunngjørdi afturtøkuna. Surovikin, ið sambært útlendskum miðlum hevur fingið eyknavnið General Armageddon, varð settur sum ovasti fyri russisku deildirnar í Ukraina fyri einum mánaði síðani, eftir at hann hevði staðið á odda fyri russisku deildunum har suðuri í Ukraina fyrr í krígnum.

Sum ovastur fyri ukrainsku slagmarkina legði Surovikin út við ógvisligum rakettálopum á fleiri ukrainskar býir, men hetta hevur eftir øllum at døma ikki verið nokk til at bloyta ukrainsku verjuna, og í gjár boðaði Surovikin so frá, at russisku herdeildirnar taka seg aftur av vestara áarbakkanum við ánna Dnipro.

Surovikin gjørdi greitt, at tað ikki longur ber til at veita útgerð til russisku deildirnar í Kherson.

Ukrainski veturin er í hondum, og ukrainska verjan hevur seinastu tíðina framt munagóð álop á russisku útgerðarlinjurnar til frontin í Kherson.

Ukrainar fara fram við størsta varsemi

Boðini um afturtøku úr Kherson koma bert fáar vikur eftir, at Russland annektera Kherson saman við Donetsk, Luhansk og Zaporizhzhia.

Hóast tíðindini at síggja til eru góð fyri ukrainsku verjuna, verða tey tikin við ávísum varsemi.

Volodymyr Zelensky, forseti í Ukraina, sigur sambært BBC, at ukraina fer at taka seg fram við størsta varsemi, og hugbankin Institute for the Study of War metir, at russiskar deildir verða noyddar at halda fram við at stríðast, meðan tær taka seg tvørtur um ánna.