Russisk skip sleppa ikki at leggja at í Danmark

Í tráð við seinastu revsitiltøkini hjá ES sleppa russisk skip ikki longur at leggja at í donskum havnum, tá leygardagurin er av.

Katrin Erlendsdóttir
13. apríl 2022 kl. 16:05

Russisk skip mugu ikki leggja at í donskum havnum aftaná leygardagin 16. apríl. Tað er ein avleiðing av nýggju revsitiltøkunum hjá ES. Hetta upplýsir danska Trafikstyrelsen.

Revsitiltakið fevnir um skip skrásett undir russiskum flagg og um russisk skip, sum eftir 24. februar í ár eru flaggaði út og nú eru skrásett undir øðrum flaggi.

Nýggi revsipakkin hjá ES er tann fimti í røðini, eftir at Russland tann 24. februar gjørdi innrás á Ukraina. Innrásin heldur fram, hóast russar eru trýstir úr ukrainska høvuðsstaðnum Kiev.

Har eysturi og í landsynningspartinum av Ukraina eru framvegis ógvusligir bardagar, og Russland verður lagt undir at hava framt yvirgang og dripið sivil.

Eitt av fyrstu revsitiltøkunum hjá ES var at nokta russiskum flogførum atgongd á evropeiskum flogvallum, og nú sleppa russisk skip skjótt heldur ikki at leggja at í ES-limalondum, skrivar Ritzau.

Enn er ógreitt, hvussu verður við russiskum skipum í Føroyum, um tey sleppa at leggja at ella ikki.