Russiskur politikkari: Litaviska sjálvræði skal strikast

Russiski politikkarin Jevgenij Fedorov heldur, at litaviska sjálvræði eigur at vera strikað

Sigurjón Einarsson
11. juni 2022 kl. 15:59

Litava gjørdist sjálvstøðugt í 1991, men stendur tað til russiska politikkaran Jevgenij Federov, so eigur litaviska sjálvræði at verða strikað.

Hann mælir til, at samtyktin, ið viðurkendi Litava sum sjálvstøðugt land í 1991, eigur at verða ógilda. Jevgenij Federov heldur, at avgerðin, sum tá var tikin, var í andsøgn við sovjetiska stjórnarskipan og skal tí setast úr gildi.

Federov hevur longu sent eitt uppskot til hoyringar til tjóðartingið í Russlandi, Dumuna.

Sambært honum, so er sjálvræðið hjá Litava eitt brot á lógina um mannagongdina, at tað skuldi verið hildin ein fólkaatkvøða – men tað gjørdu litavar ikki.

– Litavar áttu rættin til sjálvræði, men tóku ein skeivan veg, greiðir Federov frá í einari samrøðu við Komsomolskaya Pravda.

Sjálvræðið hjá Litava kann, sambært Federov, ikki samanlíknast við onnur sjálvræði hjá øðrum londum í fyrrverandi sovjetiska lýðveldinum, tí Litava hevur landamark til Kaliningrad – tað er russiska enklavan, sum liggur út móti Eystursjónum og liggur millum Litava og Pólland.

– Litava er ein prioritetur fyri okkum. Tað er eitt meira týdningarmikið øki, enn onnur øki. Tað er ein smoga til Kaliningrad-økið, sigur Jevgenij Federov.