Russland sendir donsk sendifólk heim

Danska uttanríkisráðið váttar, at fýra sendifólk og trý starvsfólk á donsku sendistovuni í Moskva hava fingið boð um at fara úr landinum

Steinar Patursson
5. mai 2022 kl. 13:31

Sjey starvsfólk á donsku sendistovuni í Russlandi hava fingið boð frá Russlandi um, at tey eru ikki longu vælkomin í Russlandi.

Tað sigur russiska tíðindastovan Tass sambært DR.

Danska uttanríkisráðið váttar fyri DR, at talan er um fýra sendifólk og trý starvsfólk á sendistovuni.

Tey sjey hava fingið tvær vikur at sleppa sær úr Russlandi.

Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri í Danmark, sigur við DR, at Danmark er í løtuni í gongd við at samskipa eitt svar móti Russlandi við øðrum londum, sum hava fingið líknandi viðferð, og at hóast tað er týdningarmikið at halda fast í samskiftinum við Russland, er talan um eitt álvarsamt mál.

Danmark gjørdi eins og nógv onnur ES lond fyrst í apríl av at vísa russiskum sendifólkum úr landinum, og úr Danmark vórðu tilsamans 15 russisk sendifólk send úr landinum – hetta tí at illgruni var um, at tey njósnaðust fyri Russland.

Tað kemur tí ikki óvart á Mette Skak, lektara á Aarhus Universitet, at Russland nú sendir donsk sendifólk úr landinum, tí talan er einfalt um hevnd fyri útvístu russisku sendifólkini, heldur hon.

Avgerðin um at vísa donsku sendifólkunum úr Russlandi rakar ikki Føroyar, veit Kringvarpið at siga.