Russland tekur seg úr samstarvinum um altjóða rúmdarstøðina

Revsitiltøkini í sambandi við innrásina í Ukraina hava nú við sær, at Russland verður ikki longur partur av altjóða rúmdarstøðini eftir 2024

Steinar Patursson
26. juli 2022 kl. 14:34

Russiski rúmdarstovnurin, Roscosmos, boðar í dag frá, at stovnurin fer at taka seg úr samstarvinum um altjóða rúmdarstøðina, ISS, eftir 2024.

Russland gjørdi fyrst í apríl mánaði greitt, at Roscosmos fór at steðga samstarvinum um ISS, so leingi sum altjóða revsitiltøkini móti Russlandi í sambandi við innrásina í Ukraina vóru galdandi, og í dag hevur nýggi stjórin í Roscosmos, Yuri Borisov, boðað frá, at avgerð er tikin um at taka seg úr samstarvinum med alla.

Roscosmos hevur ístaðin ætlanir um at senda í ringrás egna rúmdarstøð.

Sambært BBC hevur Borisov boðað Vladimir Putin frá, at Roscosmos fer at virða allar verandi avtalur um ISS fram til 2024, tá Roscosmos fer úr samstarvinum.

Hóast vesturheimurin hevur sett hørð revsitiltøk í verk móti Russlandi, og Russland segði seg steðga samstarvinum um ISS, gjørdu Roscosmos og Nasa fyrr í juli avtalu um, at amerikanskir astronautar skuldu framvegis sleppa upp á ISS við russiskum rakettum, meðan russiskir kosmonautar skuldu sleppa við SpaceX rakettum upp á ISS støðina í heyst.

Altjóða rúmdarstøðin hevur verið virkin síðan 1998 og er eitt samstarv millum NASA (USA), Roscosmos (Russland), ESA (Evropa), JAXA (Japan), og CSA (Kanada).