Russland viðgongur álop í Vinnytsja

23 sivilfólk liggja eftirá, eftir at Russland framdi rakettálop á miðbýin í Vinnytsja. Málið var útlendskir vápnaseljarar, sigur Russland

Steinar Patursson
15. juli 2022 kl. 13:50

Russiska verjumálaráðið váttar í dag, at Russland hevur framt eitt rakettálop á miðbýin í Vinnytsja.

Tað var í gjár at russiskar Kalibr rakettir raktu miðbýin í Vinnytsja í einum ógvisligum álopi, sum higartil hevur kostað 23 fólkum lívið, teirra millum trimum børnum. Fleiri enn hundrað fólk hava fingið løstir av atsóknini, sum rakti ein kontórbygning og bústaðir rundanum.

Volodymyr Zelensky var skjótur at kalla atsóknina fyri yvirgang, og eisini aðalskrivarin í ST, Antonio Guterres, fordømir álopinum.

Russiska verjumálaráðið sigur í dag, at tað er rætt, at Russland framdi eitt álop á miðbýin í Vinnytsja, men at álopið varð framt, tí at bygningurin verður brúktur sum fundarstaður fyri ukrainskar heryvirmenn og útlendskar vápnaseljarar.

Hetta er als ikki fyrstu ferð, at Russland fremur atsóknir á sivil mál, og á so at siga hvørjum degi koma nýggjar ákoyringar um krígsbrotsverk móti Russlandi.

Serliga hevur ógvisliga russiska framferðin í býnum Bucha vakt ans um allan heim, og upptøkur og satelittmyndir vístu í apríl, at umframt at russiski herurin framdi atsóknir á sivilfólk, lógu deyðir ukrainar og sløddust í gøtunum í fleiri vikur.