Sá nógv ógvusligari út enn tað var

Tað var eingin fólkaskaði, men bussurin fekk stóran skaða

Áki Bertholdsen
8. januar 2025 kl. 07:50

Fyrrapartin í gjár varð ringt til løgregluna at siga frá, at ein bussur hjá Bygdaleiðum var farin út av í Vágum.

Bussurin var á veg til Havnar tá ið hann fór út av á strekkinum ímillum flogvøllin og Vatnsoyrar.

Løgreglan sigur, at tað ljóðaði rættiliga ógvusligt, tí bussurin fór ordiliga út av og endaði við at liggja á síðuni einar 10 metrar niðri í bønum.

Tí vóru bæði bjargingarlið og sjúkrabilar boðsendur, men tá ið tey komu fram, vísti tað seg tíbetur, at tað var ikki so ógvusligt, sum tað sá út.

Tað vóru bara tvey fólk í bussinum, nevniliga bussførarin og eitt ferðafólk, og hvørgin teirra fekk skaða.

Hinvegin hevur bussurin fingið stóran skaða, eitt nú eru allir rútarnir í øðrum borðinum, farnir. Løgreglan sigur, at fyribilis í hvussu so er, er hetta skrásett sum eitt hálkuóhapp.

Bussurin hevði góð dekk og var annars eftir forskriftunum upp á allar mátar, men har var sum á flundrubaki, so løgreglan metir, at hann er farin á glið.