Sambandsflokkurin í andsøgn við seg sjálvan

Fyri einum ári síðan segði Bárður á Steig Nielsen, at hann ikki ætlar sær at sita sum løgmaður fyri einari samgongu, har tað ikki er arbeiðsfriður. Nú eitt ár er farið av samgonguskeiðinum má hann staðfesta, at tann ófriður sum er, kemur frá hansara egna flokki

Sveinur Tróndarson
16. oktober 2020 kl. 18:30

Politiska arbeiðið er nú aftur í fullari ferð, og fyri framman stendur fyrst og fremst fíggjarlógararbeiðið, har henda samgongan skal stinga út í kortið.

Tað plagar ikki altíð at spæla so friðarliga av, men sum oftast er tað stríðið millum samgongu og andstøðu. Og sum oftast heldur samgongan saman, tá til stykkis kemur, men spurningurin er um tað verður so einfalt hesaferð.

Orsøkin til, at tað kann koma kinkur í samgongusamstarvið er, at ikki allir flokkar ganga í samgonguni ganga í takt. Og heldur ikki ganga flokkarnir innanhýsis í somu takt.

Í blaðnum hesaferð, hava vit hugt eftir politisku støðuni, har vit serliga hyggja eftir støðuni í Sambandsflokkinum, sum jú eigur løgmann.

Vit seta spurningin, um Sambandsflokkurin er stjórnarberandi flokkur, tá hugsað verður um, at flokkurin ikki bara dregur ein veg. Tað ger hann ikki í fiskivinnumálinum og tað ger hann so avgjørt heldur ikki í málinum um rættindini hjá samkyndum foreldrum. Tí tað er stórur munur á tí, sum Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, stendur fyri, og tí sum Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við vinnumálum, stendur fyri.

Kaj Leo Holm Johannesen hevur fyrr sagt at tað ikki er rætt at gera mismun ímillum samkyndar og hinskyndar mammur, og í røðu í Norðurlandahúsinum mánadagin staðfesti hann, at vit sum samfelag eiga at viðurkenna tær lógir, sum vit hava samtykt.

Á hinari síðuni stendur Helgi Abrahamsen, sum hoyrir til konservativa veingin í sosialliberala Sambandsflokkinum. Tað er hann, sum skal broyta reglurnar um barsilspengar og barsilsfarloyvi, men tað ætlar hann sær ikki at gera.

Lesið alla greiningina í blaðnum, sum er at fáa til keyps í sølubúðunum ella í haldarapartinum her á dimma.fo:

- Greining: Sambandsflokkurin í andsøgn við seg sjálvan