Samdir um yvirtøkur og samstarv á fleiri økjum

Høgni Hoydal, uttanríkis- og vinnumálaráðharri, og danski ráðharrin í vinnumálum, Morten Bødskov, hava fundast í Føroyum hesa vikuna

Redaktiónin
28. mars 2023 kl. 15:08

Á fundarskránni var árliga kunningin um støðumetingina av føroysku peningastovnunum, har umboð fyri danska Fíggjareftirlitið tóku lut.

Harumframt vóru onnur mál á skránni:

  • Ráðharrarnir váttaðu semju um, hvussu vitaverkið, sjóuppmerking og sjórættur verða yvirtikin. Lógaruppskot um at yvirtaka vitaverkið og sjóuppmerking er farið í Løgtingið, og samstarvsavtalur verða gjørdar millum føroyskar og danskar myndugleikar.

  • Avtalað varð, at reglurnar fyri og listarnir við sonevndum “politiskum ábærum persónum” í sambandi við lógirnar um hvítting, verða endurskoðað saman við føroyskum myndugleikum, so tær hóska til føroyska samfelagið.

  • Og ráðharrarnir váttaðu, at í sambandi við reglur og heimildir viðvíkjandi avmarkandi tiltøkum mótvegis Russlandi og Hvítarusslandi á fíggjarøkinum, sum ikki er yvirtikið, verður samráðing við landsstýrið í hvørjum einstøkum føri, áðrenn nakað verður sett í verk. Landsstýrið vil so ráðføra seg við Uttanlandsnevndina ella fara í Løgtingið við málunum, um ivamál eru um heimildirnar.