Samgongulimur ynskir at yvirtaka epidemilóggávuna

Stendur tað til Christian Andreasen úr Fólkaflokkinum, so kemur epidemilóggávan á føroyskar hendur. Tað kom fram í orðaskiftinum í Løgtinginum 22. september

Sigurjón Einarsson
23. september 2020 kl. 12:37

Til fyrstu viðgerð av Løgtingsmál nr. 22/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin) (Tíðaravmarkað heimild hjá landsstýrismanninum at steingja matstovur og skeinkingarstøð fyri at forða fyri COVID-19 smittuspjaðing) kom fram, at stóð tað til samgongulimin úr Fólkaflokkinum, Christian Andreasen, so yvirtóku føroyingar epidemilóggávuna, ið er danskt málsøki.

Hetta kom fram í orðaskiftinum í Løgtinginum tann 22. september, tá Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi spurdi Christian Andreasen, hví epidemilóggávan ikki kemur á føroyskar hendur.

Her er brot frá orðaskiftinum: