Samstarv millum Vága kommunu og Fróðskaparsetur Føroya skal økja um burðardygga matframleiðslu

Endamálið er bæði at minka um innflutningin av matvørum og at menna nýggjar staðbundnar siðvenjur, sum stuðla undir sjálvbjargni og grøna skiftið

Vága kommuna
27. november 2024 kl. 16:01

Vága kommuna og Fróðskaparsetur Føroya hava lagt ætlanir um eina nýggja verkætlan, ið skal økja um burðardygga framleiðslu av grønmeti, frukt og øðrum plantuvøkstri. Endamálið er bæði at minka um innflutningin av matvørum og at menna nýggjar staðbundnar siðvenjur, sum stuðla undir sjálvbjargni og grøna skiftið.

Verkætlanin er eisini ætlað at skapa trivnað og lærdóm hjá yngstu borgarunum, tí barnagarðar í Vága kommunu fara at vera ein virkin partur av tilgongdini. Hetta skal styrkja sambandið millum børn og náttúru, umframt at vekja áhuga fyri burðardyggum lívshátti longu í barnaárunum.

Nýggjar burðardyggar siðvenjur

Gransking vísir, at meðan Føroyar framleiða nógv protein, serliga úr fiski, er framleiðslan av grønmeti og frukt framvegis avmarkað. Sambært tølum frá TemaNord (2022) varð samlaða framleiðslan av grønmeti í Føroyum í 2022 mett at vera um 10 tons – tað svarar til minni enn 200 gram fyri hvønn íbúgva. Meginparturin av grønmeti og frukt verður sostatt innfluttur. Hetta hevur stór umhvørvisávirkan og ger Føroyar viðbreknar fyri broytingum í altjóða handli.

Ætlanin hjá Vága kommunu fevnir m.a. um at nýta stóra vakstrarhúsið í Sandavági til framleiðslu av grønmeti og frukt. Samstarv verður við dagstovnarnar Sóljugarð, Miðgarð og Smílikulluna, har børnini fara at vera við í øllum stigum av framleiðsluni – frá sáning til matgerð. Ætlanin er, at stovnarnir við tíðini skulu kunna framleiða stóran part av tí grønmeti, tey nýta.

Gransking og námsfrøðilig menning

Í samstarvinum luttaka granskarar frá Søgu- og Samfelagsdeildini (SSD) og Námsvísindadeildini (NÁD) á Fróðskaparsetri Føroya. Tey skulu m.a. savna inn dátur um burðardygd og veita námsfrøðiliga ráðgeving. Hetta skal tryggja, at verkætlanin bæði stuðlar undir umhvørvisligu heimsmálini hjá ST og styrkir trivnað og lærdóm hjá børnum í Vága kommunu.

Dagstovnarnir fara eisini at skipa verkstovur fyri børnini, har tey læra um m.a. mold, sáning, upptøku, og burðardygga matgerð. Ein bóklingur um verkætlanina og týdningin av burðardyggari matframleiðslu verður eisini framleiddur í samstarvi við børnini.

Ein felags ábyrgd fyri framtíðina

Samstarvið millum Vága kommunu og Fróðskaparsetur Føroya er eitt týðandi stig í at menna burðardyggar og staðbundnar loysnir fyri matframleiðslu. Verkætlanin leggur dent á at skapa eitt sterkt samband millum menniskju og náttúru, sum kann hava jaligar langtíðaravleiðingar fyri bæði umhvørvið og sosiala trivnað í Føroyum.

Borgarstjórin í Vága kommunu, Bjarni Prior, sigur, at hetta er eitt fyrsta stig í eini longri ætlan um at gera kommununa meira burðardygga og sjálvbjargna. "Tað snýr seg ikki bert um grønmeti, men um okkara samleika, mentan og framtíðartrygd," sigur hann.

Við hesum samstarvi vísir Vága kommuna veg í tí grøna skiftinum í Føroyum – ein ætlan, ið kann vera ein fyrimynd fyri aðrar føroyskar kommunur og stovnar.

Verlætlanin er stuðla av Uttanríkis- og vinnumálaráðnum og í hesum sambandið leitar Vága kommuna eftir einum eldhugaðum og dugnaligum gartnara til eitt verkætlanarstarv, at menna staðbundna framleiðslu av grønmeti og frukt í Føroyum. Verkætlanarstarvið er 30 tímar um vikuna og er tíðaravmarkað í 1 ár, frá 1. januar 2025 til 31. desember 2025. Freistin at søkja starvið er týsdagin 10. desember 2024. Starvslýsingin kann lesast her.