Sandagerði

Fleiri av tykkum hava sæð meg niðri í Sandagerði um summari, har eg havi roynt at skapa hugna og upplivingar fyri allar aldursbólkar.

Michael A.C. Johannesen
21. oktober 2020 kl. 15:40

Eg síggi nógvar menningarmøguleikar í Sandagerði og nógv av tykkum sum eg havi tosa við, hava eisini eina rúgvu av góðum hugskotum. Eg hevði ein dreym um at gera eitt havnabað, við sauna, hitapottum, matið og barr í Sandagerði – Havnabarrin.

Eg spurdi meg fyri í kommununi um hvørjar møguleikar eg hevði og stutta svarið, eftir at hava bíða í meira enn eitt ár, var at sjógvurin er ov skitin at svimja í!

Um tit fara á kortal.fo, so síggja tit akkurát hvar kloakkin rennur út. Hetta er ikki bara í Sandagerði, men allan vegin av Argjum og líka niðan í Hoyvíkina.

Eg vildi trúð, at um sjógvurin var so skitin, at tey viðmæla frá at svimja í honum, so burdi tað veri skeltað, so fólk vistu av um trupuleikan/vandan.

Svimjing á sjónum hevur vundið uppá seg seinastu árini og áhugin fer bara at vaksa. Havsvimjing og onnur ítrív á sjónum, er bæði sunn fyri likamið og heilsuna, men bert um sjógvurin er reinur at svimja í.

Eg vil arbeiða fyri, at fólk sum elska at spæla og svimja í sjónum, kunnu gera tað hvønn dag í árinum, uttan at stúra fyri dálking.

Michael A.C. Johannesen

Valevni fyri Framsókn