Sandoyingar eru steypavinnarar hjá gentum 16B

B71 vann steypafinaluna ímóti Mjølnir í einum spennandi dysti

Ragnar Sjúrðarson
5. mars 2023 kl. 19:24

B71 - Mjølnir 2-0 (25-19, 28-26).

B71 kom sera væl frá byrjan og legði seg væl framum Mjølnir í 1. settið. Mjølnir kom tó nakað við aftur og settið endaði 25-19 til B71.

Líknandi støða var í 2. settið, har B71 leingi sá út til at vinna rættuliga greitt, men Mjølnir bardi seg upp á 25-25. B71 megnaði tó at svara aftur og vann settið og steypið við 28-26.


Dagsins leikari hjá B71 bleiv Lilja E. Højsted og dagsins leikari hjá Mjølnir bleiv Lisa T. Venned