Sannførandi sigur til Dávur

Leygardagin skipaði Tórshavnar Súkklufelag fyri súkklukapping. Leiðin gekk hesa ferð til Sands og leygardagin bleiv kappast í Einkultstarti

Tíðindaskriv
26. apríl 2021 kl. 14:53

Startur og mál var við Meginskúlan á Sandi. Leiðin gekk gjøgnum Sandsbygd til Skálavíkar, og so gekk leiðin aftur til Meginskúlan. Ein spennandi og varierandi teinur, sum var 24 km til longdar.

Ein kann siga, at tá kappast verður í Einkultstarti, so kappast súkklarin móti sær sjálvum, klokkuni og hinum súkklarunum eisini. 

Ein Einkultstartur er eitt slag av einari test av fysiska forminum hjá einum súkklara. Hevur ein súkklað sama tein áður, so kann ein sjálvandi samanbera tíðirnar. Er veðrið ikki eins gott, so ber til at samanbera hvussu nógv watt ein kláraði at traðka hesa ferð, í mun til seinast. Vanliga verður koyrt við Einkultstartssúkklu, ella einum sokallaðum TT boyla á róðrinum, men hesa ferð skuldu allir luttakarar koyra á vanligari kappsúkklu. Hetta skal ein eisini hava í mentu, tá ein samanber tíðirnar. 

Hetta er triðja Einkultstartskapping, sum TSF skipar fyri í ár. Í fjør var tað Dávur sum stóð ovast á sigurspallinum tá kappast varð í Einkultstarti, men í ár hevur tað verið ein væl koyrandi Helgi W. Olsen, ið hevur vunnið báðar tær fyrstu kappingarnar. 

Leygardagin luttók Helgi ikki, og fyri kappingina var tað sjálvandi ergriligt. Og fyri Dávur, sum fegin vildi hava "revenge". 

Báðir hava teir koyrt sera væl í ár, og tað hevur verið lítil tíðarmunur millum okkara sterkastu súkklarar, men í triðju royndini fingu vit ikki at vita hvør nú var stinnari. Tað hava vit tilgóðar til næstu Einkultstartskapping, tá koyrt verður frá Hotel Føroyum og niðan á Sornfelli.

Dávur Magnussen vann leygardagin og sigurin hjá honum var sannførandi. Dávur vann við hálvum fjórða minutti á nummar tvey, ið hesu ferð gjørdist Jákup Petur Eliasen. 

Vit hava fyrr skrivað um Jákup Petur, at hann hevur ment seg nógv seinastu árini. Tað hevur hann, men í løtuni stríðist hann við skaða, og hetta darvar sjálvandi venjingini nakað. Meðan Dávur brúkti 38 minuttir og 42 sekund, so brúkti Jákup Petur 42 minuttir og 19 sekund um teir 24 kilometrarnar.

Nummar trý gjørdist Jens Mortan Rasmussen. Jens Mortan kom á mál góðar 4 minuttir eftir Jákup Petur, so eisini her var stórur munur á øðrum og triðja plássinum. 

Ein kvinna luttók leygardagin, og tað var Rigmor Rasmussen. Rigmor brúkti 59 minuttir og 37 sekund um teir 24 kilometrarnar.

Hetta er triðja av fimm Einkultstartskappingum í GIANT Várkappingini 2021. Tann næsta verður sum áður nevnt frá Hotel Føroyum niðan á Sornfelli, ein teinur, ið vit fleiri ferðir áður hava roynt. Hendan kappingin skuldi vera á páskum, men vegna kava á Sornfelli bleiv avgjørt at útseta kappingina.

Næsta kapping hjá TSF verður 15. mai, og tá verður kappast í Landsvegsúkkling. Meira er at lesa um hesa kapping her:

Kalendari – sst.fo

Úrslitið frá kappingini sæst í viðheftu fílu:

GIANT várkappingin 2021, 24 km, Sandoy, 3. umfar.xlsx