Sær út til at stríðast við andadráttin

Donald Trump sær út til at stríðast við at anda í einum videobrotið, tá hann kemur aftur til Hvítu Húsini, eftir at hava fingið COVID-19 viðgerð

Sigurjón Einarsson
6. oktober 2020 kl. 15:00

Videobrot av amerikanska forsetanum, Donald Trump, vísir, at tað sær út til, at hann hevur trupulleikar við at anda, tá hann kemur heim aftur til Hvítu Húsini, eftir hann hevur fingið viðgerð fyri koronu.

Forsetin fór heim av sjúkrahúsinum seint mánakvøldið, hóast hann enn er smittaður.

Tá hann kom til tey Hvítu Húsini, har journalistar og myndatól bíðaðu eftir honum, gekk hann upp gjøgnum trappurnar, tók munnbindið av og heilsaði, áðrenn hann fór inn.

Hendan raðfylgjan sá út til at vera tilætlað væl lagt til rættis fyri at vísa, at Trump nú er komin fyri seg og frískur nokk til at halda áfram við sínum dagliga virki sum forseti, eftir at hava verið innlagdur á Walter Reed sjúkrahúsinum í tríggjar dagar.