Sarah Mahfoud tapti HM-beltið

Sarah Mahfoud tapti fyri Amanda Serrano í meistaraheitsdysti í Manchester í kvøld

Frá boksidysti fyrr í ár, tá Sarah vann HM-beltið. Tað misti hon í kvøld, tá hon tapti fyri Amanda Serrano (Mynd: EPA-EFE)
Sigurjón Einarsson
24. september 2022 kl. 23:10

Sarah Mahfoud er ikki longur heimsmeistari í fjøðurvekt hjá boksisambandinum, IBF.

Í størsta dystinum í yrkisleið hennara tapti hálvføroyska Mahfoud fyri Amanda Serrano, sum undan dystinum hevði trý HM-belti. Sarah Mahfoud tapti upp á stig, tí allir dómararnir góvu Serrano flest stig.

Harvið er Serrano nú heimsmeistari við fýra beltum. Frammanundan hevði hon WBC, WBO, IBO og í kvøld vann hon so IBF-beltið frá ungu vestmannakvinnuni.

32-ára gamla Mahfoud kom í satt ódnarveður beinavegin í dystinum móti Serrano, sum stýrdi dystinum frá byrjan í AO Arena í Manchester í Onglandi.

Amanda Serrano hevði meira styrki og flutti seg skjótari enn Mahfoud, so har mátti okkurt serstakt til, fyri at Sarah kundi venda dystinum, men tað hendi ikki.

– Hon var sterk og hon trýsti meg, men eg gjørdi mítt besta í kvøld, og eg rokni við, at hon hevur fingið høvuðpínu av mær, sigur Sarah Mahfoud við TV3 Sport, sum leggur afturat, at hon vil hava sítt HM-beltið aftur.

Hetta er fyrsta tapið hjá Sarah Mahfoud í hennara yrkisleið. Undan dystinum í kvøld, hevði Mahfoud vunnið 11 dystir sum yrkisboksari. Felags fyri allar hesar dystirnar er, at teir eru allir vunnir í Danmark. Dysturin í kvøld var hennara fyrsti uttanfyri Danmark, men tað heldur Sarah ikki hevur havt nakra ávirkan.

– Eg havi fyrireika meg væl, og eg havi góð fólk rundan um meg, so har er einki at seta fingurin á, sigur hon við TV3 Sport.

Eisini sló hon fast, at hon ætlar at halda fram at boksast sum yrkisboksari.