Schröder: Putin er sinnaður at samráðast

Sambært Gerhard Schröder, fyrrverandi týskur kanslari, so er Vladimir Putin sinnaður at samráðast um vápnahvíld

Fyrrverandi týski kanslarin, Gerhard Schröder, er ein góður vinmaður hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin (Mynd: Henning Schlottmann)
Sigurjón Einarsson
3. august 2022 kl. 14:38

Fyrrverandi kanslarin í Týsklandi, Gerhard Schröder, sum eisini er ein góður vinmaður við russiska forsetan, Vladimir Putin, sigur, at avtalan millum Russland og Ukraina, ið var undirskrivað í Turkalandi herfyri, sum skal tryggja, at korn kann verða útflutt úr Ukraina um Svartahavið, kann hjálpa til við strembanini at fáa í lag vápnahvíld millum londini bæði.

Tað skrivar Reuters.

– Fyrsta góða úrslitið var kornavtalan. Hetta kann vera fyrsta stigið til eina vápnahvíld, sigur Gerhard Schröder.

Tað var tann 1. august, at fyrsta skipið við ukrainskum korni fór úr ukrainska havnabýnum, Odesa, síðani russisku innrásina í Ukraina.

– Góðu tíðindini eru, at Kreml ynskir at finna eina loysn á stríðnum gjøgnum samráðingar, leggur fyrrverandi týski kanslarin afturat.

Ukraina telist millum størstu kornútflytarar í heiminum. Men eftir russisku innrásina hava russisk skip avbyrgt havnirnar í Ukraina, sum millum annað hevur havt við sær, at prísurin á korni er hækkaður nógv. ST hevur áður ávarað um eina møguliga heimsumfatandi matvørukreppu, orsaka av krígnum.

Leys Størv