Seinastu 12 nøvnini kunngjørd til G! 2022

Festivalfyrireikingarnar hjá G! Festivalinum í 2022 eru í hæddini. Í dag kunnger G! seinastu 12 nøvnini, so samlaða talið av bólkum til festivalin í ár verður 45

Sigurjón Einarsson
29. juni 2022 kl. 16:45

Eftir koronasteðg í tvey ár, verður G! aftur á skránni í ár. Fyrireikingarnar eru í hæddini, og í dag kunnger G! Festivalurin 12 nøvn afturat skránni fyri í ár.

Hetta merkir, at á tónleikaskránni í ár vera 45 bólkar, sum fara at spæla á G! frá hósdagin 14. juli til leygarkvøldið 16. juli. Hesir bólkar koma úr USA, Trinidad & Tobago, Brasil, Ísrael, Bretlandi, Ungarn, Sveis, Norra, Íslandi, Svøríki, Danmark og sjálvandi úr Føroyum.

– Festivalurin í ár verður sum vit kenna hann undan koronu og fer enn einaferð at seta altjóða dám yvir Syðrugøtu, skrivar G! í tíðindaskrivi.

Soleiðis skrivar G! Festivalurin um tónleikabólkarnar til ársins festival:

Guðrið Hansdóttir hevur verið virkin tónleikari í tvey áratíggju og hevur við sínum fangandi, nærlagda og melankolska tónleiki vunnið hjørtuni á bæði føroyskum og útlendskum áhoyrarum. Guðrið hevur spælt víða um og hevur verið á fleiri tónleikaferðum í eitt nú USA. Nú er hon aftur aktuell við sættu soloútgávu síni, við heitinum “Gult myrkur”, sum hevur verið sera væl móttikin. Løgini “Blátt myrkur” og “Træ”, har Guðrið syngur saman við Eivør, hava verið nógv spæld í føroyskum og týskum útvarpi. Nýggja útgávan er persónlig, erlig og beint frá hjartanum.

Tina Mellem er eitt nýtt føroyskt stjørnuskot, sum vit øll kenna aftur frá X-Factor í Danmark. Tina skuldi spæla síðsta ár, men vit fingu ongantíð høvið at uppliva hana á G! 2021 – men tað var eitt stórt ynski at fáa hana aftur á skránna í 2022.

Lena Anderssen er ein av okkara fólkakæru songkvinnum, sum hevur verið fulltíðarvirkin í á tónleikapallinum, bæði í Føroyum og uttanlands í mong ár. Við fimm útgávum í rygginum og tí sættu – State of the Land – ávegis, fer Lena við bólki at framføra bæði eldri løg og nýggjar sangir á Sandinum fríggjakvøldið 15. juli.

Tá ið grundin letur upp hóskvøldið, verður tað í nýggjum hami. Alt hóskvøldið fara vit at hoyra tungmálm í grundini. Og, sum nakað sera forkunnugt, fara vit at uppliva SIC á palli fyri seinastu ferð, mannaðir við Eddie, Frans, Gudmari, Magnusi, Bartali og øðrum gestasangarum. Eisini fara vit at hoyra Impartial, sum spæla melodiskan tungmálm. Teir vunnu Wacken Metal Battle fyri nøkrum árum síðan, og líkt er til, at bólkurin nú hevur tikið stafettina sum oddabólkur á sterka føroyska tungmálmspallinum. LLNN, Katla, og Iotunn spæla eisini í Grundini hóskvøldið.

Terr er ein garvaður tónleikaframleiðari úr Brasil, men við stöð í altjóða býnum Berlin, har hon eisini rekur sítt egna plátufelag. Hon kemur at diska pumpandi elektrotónar í Grundini fríggjakvøldið. Tarante Groove Machine er ein bólkur úr Ísrael, og kann kallast ein ordans PARTY bólkur, sum spælir alt frá samba, reggae til balkan-tónleik – og teir eru seinasti bólkur á pallinum á G! 2022.

Svenska Lucky Lo spælir eisini eina solo konsert á Spæliplássinum fríggjakvøldið, og bretin Phat Phil Cooper kemur beinleiðis úr Ibiza at diska fyri okkum í Grundini.

Kristni blues og americana bólkurin Blátt Gras setir festivalin í gongd á spæliplássinum hósdagin; feskasti rokkbólkurin í Føroyum í løtuni Eimyrja spælir leygarkvøldið í Grundini áðrenn electro-pop songkvinnuna FRUM. Føroyski Hallur Kárason, sum diskar undir navninum Atlas, kemur eisini at spæla í Grundini fyri fyrstu ferð.

Skráin fyri Fjósið og barnatiltakið verður kunngjørt í næstum.